Altjóða kvinnudagur

Altjóða kvinnudagurin 8, mars varð eisini hildin her heima við ymsum tiltøkum. Amnesty og Kvinnufelagið høvdu tikið stig til tiltøk í SMS, í hølunum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini í Rúnavík og í Mettustovu, har umstøður hjá kvinnunum bæði her heima og burturi vórðu á skránni.

Tað er sjálvandi ikki nóg mikið at seta fokus á kvinnumál bara 8. mars. Tað má vera nakað, sum er partur av gerandisdegnum alt árið. Men kortini er sett út í kortið, at júst hesin dagur, 8. mars, skal vera ein dagur, tá í hvussu so er allir borgarar eiga at geva kvinnuspurningum gætur. Her verður hugsað um umstøðurnar hjá kvinnunum heima sum burturi. Nú er tað sjálvandi ikki rætt at samanbera viðurskifti hjá kvinnum í tilafturskomnum og ófrælsum londum úti í heimi við tey her heima hjá okkum. Men kortini eiga eisini vit at brúka kvinnudagin til at taka í egnan barm, tvs. at loysa upp fyri og viðgera kvinnuspurningar her heima.

Sjónvarpið hevði nú um dagarnar sera áhugaverda sending um umstøðurnar hjá mongum kvinnum, ið eru fyri harðskapi. Hetta skuldi man ikki trúð fanst her heima, í okkara framkomna og siviliserða samfelag, men ein sannroynd er tað, at kvinnubuking og harðskapur móti kvinnum í føroyskum heimum er nógv meira útbreitt enn fólk flest geva sær fær um. Og bert við at innsíggja trupulleikan og umrøða hann alment ber til at fara inn og gera nakað fyri at loysa hann. Mest umráðandi er tí at viðurkenna, at her finst ein trupulleiki. Og tað er m.a. hetta, sum altjóða kvinnudagurin skal minna okkum á.

Vit kunnu so bert vóna, at upplýsingin og herferðin ímóti eitt nú harðskapi móti kvinnum fer at bera ávøkstur. Vit vilja við hesum geva teimum, sum í sínum dagliga yrki arbeiða við slíkum spurningum, okkara fulla moralska stuðul. Tað líkist ongum, at tað í dag, í tí upplýsta Føroyum, finst nakað, sum eitur harðskapur móti kvinnum. Myndugleikar, stovnar og einstaklingar eiga tí at gera alt, sum gerast kann fyri at vinna á hesum trupulleika.

Men vit eiga so eisini at seta fokus á kvinnumál kring heimin serstakliga slíkan dag men eisini allar aðrar dagar. Tí eiga vit eisini at fegnast um tey framstig, sum verða gjørd. Eitt slíkt framstig hendi herfyri, tá Hægstirættur í USA gjørdi av, at kvinnur og menn undir myndugleikaaldur, og sum hava framt brotsverk, kunnu ikki takast av døgum. Hetta er eitt framstig, sum vit esini á kvinnudegnum eiga at fegnast um.

Sosialurin