Altjóða kokainharkalið knúst

Spanska politiið heldur seg hava avdúkað og knúst eitt altjóða kokainharkalið, eftir at 74 fólk eru handtikin í Spania, Brasil og Colombia.

Tvey ára langa átakið endaði við, at hald varð lagt á 575 kilo av kokaini, samstundis sum fimm loyniligar starvsstovur vórðu funnar og stongdar.

Tey handtiknu fólkini, sum eru úr Spania, Colombia, Portugal, Iran og Bolivia, smuglaðu kokain og pengar millum Suðuramerika og Europa.

Millum tey handtiknu er eisini ein colombianari, búsitandi í Brasil, sum sponsku myndugleikarnir halda vera leiðaran í harkaliðnum.