Seinasta summar var eitt altjóða granskingarlið á Sandi fyri at kanna fornu fláirnar, ið vóru funnar undir bakkanum við kirkjuna í bygdini fyri nøkrum árum síðan. Fláirnar, ið stava frá búseting, eru upp til tveir metrar tjúkkar, og í teimum finnast eitt nú væl varðveitt bein av djóri. Tær stava frá fyrstu víkingatíðini, tvs. umleið ár 800 til umleið ár 1100-1200.
- Beinini, ið vit funnu í fláunum, vóru sera val varðveitt, og tað er sera sjáldsamt, sigur Símun V. Arge, savnsvørður á Føroya Fornminnissavni.
Hann vísir á, at talan er um bæði fuglabein, bein av neyti og fiskabein. Harumframt vóru bein av grísi funnin, og tað í sær sjálvum er áhugavert, metir Símun V. Arge.
Hann kom í samband við eina stóra bretska náttúrufrøðiliga verkætlan, ið nú umfatar bæði Føroyar, Ísland og Grønland.
Her var føroyska tilfarið mett at vera so áhugavert, at ein amerikanskur serfrøðingur, Tom McGovern úr New York, kom til Føroya síðsta summar, saman við øðrum, at gera kanningar.
Ótu fugl
Fyribilsúrslitini frá kanningunum seinasta summar benda á, at føroyingar hava etið nógvan fugl, bæði lunda og lomviga. Eisini hava forfedrarnir etið tosk, men eisini laks og síl.
Kanningarnar av fláunum vísa, at svín vóru í Sandoynni tá á døgum. Tað áhugaverda í hesum sambandi er, vísir Símun V. Arge á, er at tey hava verið í oynni í eitt langt tíðarskeið. Í útnorði hevur annars verið vanligt, at svínini komu við landnámsfólkunum, men at tey síðan hvurvu skjótt aftur.
Halda fram
Kanningarnar síðsta summar vóru forkanningar, og skulu eftir ætlan vera grundarlagið undir størri rannsóknum.
Símun V. Arge vísir á, at eitt øki uppá umleið 80 metrar fram við bakkanum er rættuliga áhugavert, og at talan tilsamans er um umleið 6-7000 fermetrar stórt øki, ið eigur at kannast nærri.
Skulu rannsøknirnar halda fram í summar krevur tað fígging, og í løtuni verður arbeitt við at fáa amerikanska og bretska fígging til at halda fram, sigur Símun V. Arge.
Tiverri er ikki gjørligt at fremja fornfrøðiligar rannsóknir í Føroyum, sum eru fíggjaðar av tí almenna, staðfestir Símun V. Arge.
Økið við kirkjuna á Sandi er so áhugavert, at fornfrøðingurin sær fyri sær eina stóra rannsøkn, og eitt tvørvísundaligt samstarv, ið eigur at fevna um næstu 3-5 árini.