Í Tórshavnar býráði bíða tey nú eftir eini spennandi serfrøðingameting um møguleikarnar fyri altjóða góðkendum golfvølli við Glyvursnes. - Tað er eyðsýnt, at skulu føroyingar bjóða til at fyriskipa oyggjaleikum aftur, so skulu umstøður vera til golf. Og tað merkir, at talan skal verða um ein stóran golfvøll, sum svarar øllum altjóða krøvum, og ein tílíkur er alt ov kostnaðarmikil fyri eitt lítið felag at fara undir at gera. Og har er tað, at kommunan kemur inn í myndina.
- Vit fingu fatur á einum uttanveltaðum golfserfrøðingi, sum eisini er ráðgevi hjá altjóða golfsambandinum. Hann hevur nú verið og kannað møguleikarnar fyri einum vølli við 18 holum, mett um staðseting og gjørt skitsur. Allan Brandt, sum serfrøðingurin eitur, skrivar nú eina frágreiðing, sum fyrsta dagin verður løgd fyri býráðið til politiska viðgerð, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
- Økið er lagt út sum ítróttaøki í samráð við Búnaðarstovuna, men framtíðar møguleikar í hesum øki eru avbera stórir, og tá tosa vit ikki bara um golf. Nevnt hevur verið fjallasúkkling, renning, krokk, off-road-koyring og fleiri aðrar ítróttargreinar, umframt eitt nú kaving og kajakkróður á sjónum við Glyvursnes.
- Sostatt er ?idékatalogið? í lagi, men tað skal meira til. Skal kommunan inn í ger av einum golfvølli, so má talan verða um ein almennan vøll, har øll hava atgongd undir skipaðum viðurskiftum. Og so má sjálvandi verða talan um ein vøll, sum svarar øllum altjóða krøvum, sum soleiðis eisini styrkir okkara møguleikar til aftur at skipa fyri Oyggjaleikunum.