GIKT
Fibromyalgi er sjúka, ið ikki er løtt at staðfesta, tað setur tí serlig krøv til serkunnleikan, so fyri hesar sjúklingar í Føroyum er tað ein stórur vansi, at ongin serlækni er á hesum økið herheima.
Fibromyalgibólkurin sum er undirbólkur í Giktafelag Føroya, hevur fingið norska serfrøðingin í fibromyalgi, Karin Øien Forseth, at koma hendavegin at halda fyrilestur um hesa giktasjúkuna.
Karin Øien Forseth er 53 ára gomul. Hon hevur arbeitt sum sosionomurí 5 ár, og varð liðug sum lækni í 1986. Hon fekk doktoraheitið við ritgerð, ið kallast: »Vøddapína og pína í beinagrind og fibromyalgi - útbreiðsla, títtleiki, søguliga gongdin og fyriboðan.« (Musculoskeletal pain and fibromyalgia: Prevalence, incidence, natural history and predictors.)
Hon hevur arbeitt á norska Ríkissjúkrahúsinum, men arbeiðir nú á giktadeildini á sjúkrahúsinum Betanien í Skien í Noregi.
Øll, sum hava áhuga í Fibromyalgi eru vælkomin til fyrilesturin í Norðurlandahúsið henda dagin 12.okt 2002. Byrjað verður kl 14.00, har møguleiki verður at keypa sær ein drekkamunn og tosa saman, áðrenn fyrilesturin .
Kl 15.00 fer Karin Øien Fortseth at halda sjálvan fyrilesturin, og eftir fyrilesturin er møguleiki at seta fram spurningar til Karin Ø. Forseth. Orðstýrari verður næstformaðurin í Giktafelagnum, Anna Petersen.
Um kvøldið verður samkoma í MBF húsinum, har ábit og undirhald verður á skránni.
Allir limir í Giktafelagnum kunnu vera við í samkomini um kvøldið.
Kostnaðurin fyri tiltakið í MBF húsinum er Kr. 150,-. Tilmelding fer fram til 8.okt.02 á tlf 310237, 321309 ella 21 43 79.
Fibromyalgibólkurin vónar at síggja nógv fólk í Norðurlandahúsinum leygardagin 12.oktobur, tí nógv viðgerðarfólk bæði kommunulæknar, sjúkrasystrar, fysioterapeutar, ergoterapeutar og socialráðgevarar hava her møguleika at møta serkunnleikanum, fáa meira at vita um fibromyalgi, og sostatt er møguleiki at fáa ivaspurningum svaraðum.
Gikt er nógvar ymiskar sjúkur, tær mest kendu eru eitt nú Slitgikt, Liðagikt, Urinsýrugikt og Bechterew.
Aðrar giktsjúkur, sum ikki eru so kendar, eru til dømis, Fibromyalgi , SLE, Sjøgren syndrom, og Reiters.
Ìtróttarskaðar og ryggsjúkur/skaðar vera eisini bólkaðar undir heitinum giktsjúkur, umframt einar 200 aðrar sjúkur.
Torgdagur í SMS
Mánadagin 14. oktober verður Torgdagur í SMS. Tað er Apotekið, Giktafelag Føroya, Hjálpartólamiðstøðin og handilin Ergo og Hjálpartól, sum saman standa fyri torgdegnum. Endamálið við degnum er at lýsa giktasjúkurnar, eitt nú hvør kunning er at fáa frá Giktafelaganum.
Fyribyrging og hjálp við hjálpartólum er umráðandi leiklutur í lívinum hjá tí giktrakta. Orsøkin til at vit hava 2 umboð fyri hjálpartólaøkið er, at hjálpartólamiðstøðin er tann almenni parturin, har ein søkir um hjálpartól og fær tólini eftir umsókn. Sostatt eru hesi tólini uttan kostnað.
Handilin Ergo og hjálpartól er ein privatur handil sum selur hjálpartól bæði til almenn støð, men eisini til privatar persónar. Nógv fólk, sum eru rakt av gikt velja at keypa sær sítt egna hjálpartól eitt nú smától til køksarbeiði,og skulu tí hava henda møguleikan.
Giktaár er á Apotekunum í Norðanlondum . Apotekið í Føroyum hevur á henda hátt valt at bjóða giktafelagnum við á Torgið hendan dagin.
Apotekið hevur í ár haft ymiskt frammi um gikt í , og teirra leilutur á Torginum henda dagin er at kunna um giktaheilivág og hvussu ein best nýtir henda heilivág og hvørjum Apotekið kann hjálpa tí Giktrakta við.
Giktafelag Føroya vónar, at nógv fólk vitja okkum á Torginum í SMS hendan dagin.










