Nú kemur so Petur Hermansen við tí triðju grundgevingini fyri at byggja nýggjan flogvøll - á Glyvursnesi sjálvandi.
Her sigur hann, citat: »tann sum vil Føroyum eina trygga flogferðslu frameftir og at charterferðir til Føroyar úr øllum heiminum kunna gerast veruleiki, flytir flogvøllin beinavegin, so at ikki hasar 400 milliónirnar fara til onga nyttu.«
Jamen er tað ikki heilt einastandandi, at meðan vit hava eitt fíggjarlógarhall upp á næstan eina millard, og at tað stendur á at fáa pening til sjúklingaflutning til Danmarkar, so meta hesir menn tað sera náttúrligt og einfalt at gera milliarda íløgu í nýggjan flogvøll.
Avleiðingin verður so sjálvandi, at umleið 12% av vágafólkinum verða koyrd út í arbeiðsloysi. Samanbera vit tað við íbúgvaratalið í Tórshavn, so vóru 2500 fólk koyrd út í arbeiðsloysi.
Eg haldi meg ikki bara hava rætt, men kenni tað eisini sum mína skyldu at tala at, tá nakrir einstaklingar koma við einum prestiguprojekti, ið Glyvursnes-ætlanin hevur verið frá byrjan av.
Partamennirnir hjá Peturi Hermansen sótu í samfull 8 ár í landsstýrinum og bøldu oman á yvirtøkuni av flogvøllinum. Fyrst Finnbogi Arge og síðani Bjarni Djuurholm. Teir royndu øll kynstur at klandrast við danir fyri at útskjóta yvirtøkuna, soleiðis at hon ongantíð var framd. Teir vistu sum var, at meira teir niðurpíndu Vága Floghavn, sum eisini eyðnaðist teimun, størri vóru møguleikarnir fyri, at deyðadómur var feldur yvur verandi flogvølli.
Tað var nærum eyðnast teimun, um ikki Jóannes Eidesgaard tók málið í egnar hendur og gjørdi eina avtalu við danir um at leingja verandi flogvøll.
Taka vit so grungevingarnar hjá Peturi Hermansen, so ger hann vart við, at fáa vit ein longri flogvøll á Glyvursnesi, so, hokus pokus, verður tann ætlanin borðbar, tí so kunnu charterflogfør úr øllum heiminum lenda har.
Álvaratos, longu í áttatiárinum skipaði Trygvi Askham fyri charteferðum til Suðureuropa, so at grundgeva at niðurlegging verandi flogvølli við, at hann er ov stuttur til charteferðir, tað vísur okkum øllum, hvussu lítið álvara er í grungevingunum hjá tí annars sera skilagóða Peturi Hermansen.
Satt at siga so var eg óvitandi um, at ætlaði flogvøllurin á Glyvursnesi hevði 10 kilometrar av sjógvi í báðum endun á vøllinum. Hinvegin so eri eg vitandi um, at tøknin í dag ger tað gjørligt at lenda í sera ringum sýni, um veður og vindur annars er til vildar. Sjálvsagt er tað ikki bert mjørki, íð kann gera seg galdandi, men tað er júst tað mistakið, sum mótstøðumennirnir av Vága Floghavn gera seg sekar í. Tí líka mikið hvar ein vøllur verður lagdur, so eru vit framvegis í Føroyum við teimun sera skiftandi veðurviðurskiftum, ið valda her. Eisini á Glyvursnesi, har til dømis síðuvindur fer at gera seg nógv galdandi.
Ein onnur grundgeving hjá Peturi er, at fleiri eru tey, ið ikki hætta sær at flúgva undir verandi umstøðum. Í tí sambandið haldið eg, at hagtølini siga sína søgu. Hon vísir, hvussu lítið innihald er í royndunum at niðurgera Vága Floghavn. Í 1970, minnist meg rætt, vóru umleið 10.000 ferðandi, meðan tað í 2008 vóru, haldið eg, omanfyri 250.000. Hettar er helst heimsmet í vøkstri, sum eingin annar flogvøllur í heiminum kann vísa á.
Og um hugin at flúgva annars, so kann ein til stuttleikar vísa til Gekkin, har so at siga øll, sum raka gulu lúkurnar, velja flogseðlarnar hjá Atlantsflog.
Men viðvikjandi álopinum hjá Peturi á trygdarviðurskiftini á flogvøllinum, so vil eg bara mæla honum til at venda sær til Statens Luftfartsvæsen um tað.









