Altjóða flogvøllur

Bygging av altjóða flogvølli helst stórsta avbjóðingin næstu árini

Innlendis ferðslumøguleikarnir, sjóvegis sambandið burtur í heim og ikki minst samskiftismøguleikarnir eru í dag á høgum støði. Kortini er tað nakað sum haltar alvorliga. Tað er loftvegis sambandið við umheimin. Hesin parturin er vorðin ein alsamt vaksandi fløskuhálsur.

 

Í einum modernaðum samfelagi gerst flúgving og flogvinna meira og meira týdningarmikil fyri búskapin. Flytiføri vísir seg at vera avgerandi fyri menningina og ikki minst fyri og hugin hjá fólki at støðast í Føroyum.

Flúgving til og úr Føroyum kann tí vísa seg at vera týdningarmiklasta fortreytin hjá virkjum og einstaklingum at realisera sín gerandisdag.

 

Tí er bygging av nýggjum flogvølli helst stórsta avbjóðingin næstu árini. Væntandi byrjar dagføringin á Vágum í 2008, meðan kanningarúrslitini av nýggjum flogvølli vera tøk um eini 3 ár. Tá kann politiski myndugleikin taka endaliga avgerð í málinum.

 

Kunnu vit ikki bjóða vinnu og einstaklingum javnbjóðis, og helst betur umstøður at virka og liva í Føroyum, hvussu kunnu vit so vænta, at virkisfús, vælútbúgving og visioner fólk vilja støðast her?

Tí eru optimalir samskiftismøguleikar treytin fyri, at vit røkka setninginum í vinnupolitikkinum, at vit vinnuliga gerast ein møguleiki og avbjóðing, sum okkara útisetar og onnur velja til heldur enn frá.

 

Kanningar í gongd

Farnu árini hevur løgtingið eisini játtað Vinnumálaráðnum 500tús. árliga, sum eru nýttar at kanna flogvallaviðurskiftini í Føroyum. Landsverk hevur staðið fyri arbeiðinum.

LV bað norsku altjóða fyritøkuna AsplanViak um at gera heildarmeting fyri alt landið. Allar niðurstøðurnar eru eftirmettar av norskari, svenskari og íslendskari serfrøði. Harumframt eru tær kvalitetssikraðar av Rambøll.

Økini, sum eru kannað, eru Skorhæddin, Glyvursnes og Søltuvík. Síðani eru Nólsoyggin og Svínoyggin eisini lýstar. Fyribilsniðurstøðan er, at vind- og veðurmátingar verða gjørdar á Glyvursnesi og Søltuvík.

 

Fyri stuttum samtykti løgtingið ”Uppskot til samtyktar” um fyrireiking av verklagslóg um at byggja altjóða flogvøll í Føroyum skjótast gjørlig.

Løgtingssamtyktin er í samsvari við og stuðlar undir arbeiðið sum nú í nøkur ár er gjørt av Vinnumálaráðnum. Uppskotið til samtyktar eru tíverri ikki bindandi. Tí var tað spell, at uppskotið ikki varð orðað sum lóg. Hevði tað verið, so var slóðað fyri einaferð med alla fyri, at altjóða flogvøllur verður gjørdur í Føroyum.

Undirritaði vil tó framhaldandi gera alt fyri, at hetta áleikandi mál verður loyst.