Evropiska deildin hjá altjóða felagnum hjá tíðindafólkum, International Federation of Journalists (EFJ), er nú komin upp í málið um uppsøgninar í Kringvarpinum. Felagið undrast á tiltøkini hjá Kringvarpi Føroya og heitir á leiðsluna um at tosa við starvsfólkini.
Ikki bert er ætlanin at siga upp einum triðingi av starvsfólkunum sum fara frá at vera 84 niður í 60, men boðini komu uttan ávaring og uttan samband millum leiðsluna í Kringvarpinum og fakfelagið, sigur Jógvan Hugo Gardar, næstformaður í Felagnum Føroysk Fjølmiðlafólk við EFJ. Bæði fakfelagið og starvsfólk hava biðið um upplýsingar um málið, men hava fingið boð um, at hetta má bíða, til leiðslan er »klár«, skrivar EFJ í tíðindabrævinum.
Felagið greiðir so frá, hvussu Kringvarpið hevur høgt bremsurnar í og steðgað fleiri sendingum og uppsagt avtalur við fríyrkisfólk.
Vit undrast og harmast, ikki bara ógvusligu tiltøkini, men eisini mannagongdina hjá leiðsluni, sigur formaðurin í EFJ, Arne König.
Vit heita á leiðsluna um at tosa við fakfelagið skjótast gjørligt.
Støðan í Kringvarpi Føroyar er tíverri átøk støðuni í fleiri øðrum almennum kringvørpum í Evropa: Støðugar skerjingar í starvsfólkatali frá 110 starvsfólkum í 2007 til 84 í dag og lækking av gjaldi til fríyrkisfólk.
Vit vóna, at hendan starvsfólkakreppan kann vísa á tørvin á einum sterkum, óheftum og tryggum almennum kringvarpi í Føroyum, sigur König, sum er formaður í European group of the International Federation of Journalists, sum hevur umleið 310.000 limir í fleiri enn 30 londum.