Runavík: Í mai mánaða komandi ár verður fyrsta stóra, altjóða fiskivinnuframsýningin nakrantíð hildin í Føoyum. Framsýningin verður á havnarlagnum og í ítróttarhøllini í Runavík. Tað er felagið Atlantic Fair, sum skipar fyri framsýningini. Teir báðir Áki í Skemmuni og Andrias Jacobsen, sum standa aftan fyri felagið Atlantic Fair, hava fingið Virkisráðgeving í Runavík at hjálpa sær við fyrireikingunum.
Símun Hammer frá Virkisráðgeving sigur, at hendan framsýningin verður skipað á sama hátt sum tær stóru, altjóða framsýningarnar, føroyingar plaga at vitja uttanlands.
Málið hjá fyrireikarunum er at fáa einar 200 fyritøkur at luttaka á framsýningini. Og talan verður um bæði út- og innflutningsfyritøkur, umframt sjálvandi virki, sum hava við fiskivinnu at gera. Tí talan verður um eina fiskivinnuframsýning burturav.
Hetta verður størsta framsýning í Føroyum nakrantíð. Eitt er, at fyrireikararnir ætla at fáa einar 200 fyritøkur. Men eisini økið, har framsýningin verður, verður rættiliga stórt. Samlaða fermetratalið, framsýningin fer at fevna um, veðrur einar 5.000. Eitt stórt tjald, sum leigað er til framsýningina, og ítróttarhøllin í Runavík fara at rúma 2.000 fermetrum, meðan hinir 3.000 fermetrarnir vera úti.
Framsýningin verður á havnarlagnum í Runavík. Bæði á sjógvi og landi. Umframt havnarlagið við bátahylin, er eisini skipað so fyri, at til ber at sýna fram á sjónum. Eitt nú bátar og trol í fullari stødd. Runavíkar Havn hevur givið tilsøgn um, at økið verður ruddað fyri annað virksemi hesar dagarnar. Tó verður Høganes liggjandi. Hon er ætlað at vera partur av framsýningini.
Hetta átti at givið áhugaðum høvi at sæð vøruna betri, enn tá talan er um modell í einum hyli. Til dømis nevna fyrireikararnir plastbátarnar hjá AWI, trol frá Vónini og so framvegis, sum vísast kann fram í sínum rætta umhvørvi.
Ein annar fyrimunur, føroyskar fyritøkur fáa av eini framsýning í Føroyum er, at til ber at bjóða kundunum inn á sjálvt virkið at síggja, hvussu vøran verður til, siga fyrireikararnir. Tað er eisini ein eyka reklama í tí.
Men tað krevur pláss aðrastaðni enn á sjálvur framsýningarøkinum at hava eina slíka messu.
Fyrireikararnir rokna við, at einar 80 útlendskar fyritøkur fara at luttaka á framsýningini. Og einar 300-500 útlendska gestir vænta teir. Hesi fólkini skulu búgva onkustaðni, meðan tey eru her. Arbeitt verður við nógvum møguleikum. Eitt er at fáa eitt hotelskip at liggja á Runavík hesar dagarnar. Ein annar møguleiki er at flyta fólk til ymsu gistingarhúsini í grannalagnum. Tað vil siga alt úr Havn til Eiðis.
Gestirnir koma allir við flogfari. Flogfelag Føroya tekur sær av flutningi og gisting hjá teimum, sum koma uttanlendis. Øll framsýningarvøran verður flutt við skipi, siga fyrireikararnir.
Roknað verður við, at brúk verður fyri umleið 50 starvsfólkum hesar dagarnar, framsýningin verður. Lýst fer at verða eftir fólki, og tey fá eina upplæring, áðrenn byrjað verður, soleiðis at tey vita, hvat tey skulu gera. Alt skal jú ganga sum eftir ánni, so tað dugir ikki, at hvør ikki veit, hvat hann skal.
Kostnaðurin fyri at lutaka verður á leið tann sami, sum slíkt plagar at kosta á slíkum framsýningum úttanlands, siga fyrireikararnir. 1.750,- kr, fyri fermeturin. Básarnir kunnu vera ymiskir til støddar. Tann minsti fer at verða níggju fermetrar, og so er at kalla einki mark uppeftir.
-Tó má helst eingin vera størri enn 5.000 fermetrar, leggur onkur av fyrireikarunum skemtandi aftrat.
Endaliga fíggjarætlanin fyri tiltakið er ikki liðug enn. Tó er greitt, at útreiðslurnar eru mettar til 2,5 milliónir krónur, sum teir vænta at fáa inna ftur í básaleigu, við sponsorpengum o.t.
Enn er eingi høvuðssponsorur funnin, siga fyrireikararnir. Men samráðingar eru, og væntandi verður ein klárur nakað skjótt.