3. og seinasti altjóða dysturin í Gundadali í julimánaði verður spældur í kvøld, tá svensku meistararnir Malmø FF vitja HB.
Malmø FF vann fyrra dystin trygt og greitt 2-0. Spurningurin er tí, um HB fær gjørt nakað nevnivert fyri at spæla seg víðari til næsta umfar, har skotska stórfelagið Glasgow Rangers bíðar.
Hvussu verður og ikki, so er dysturin ein fínur møguleiki hjá HB at arbeiða á fleiri økjum, har tað ikki hevur hepnast serliga væl í heimligu kappingini. Liðið liggur nummar sjey í landsins bestu fótbóltsdeild og við negativari málúrtøku.
Í fyrra dystinum í Malmø segðist, at HB hóast greiða tapið, stóð hampiliga væl og vardi seg manniliga. Hvussu fer at ganga í kvøld vita vit klokkan 19.00, tá dysturin byrjar.
Útvarpið hjá Kringvarpinum byrjar at senda frá dystinum klokkan 18.15.








