14. november er altjóða diabetesdagur.
Tá eru 10 ár liðin síðan WHO og IDF, Altjóða Diabetesfelagið, gingu saman um at gera vart við ein vaksandi, altjóða trupulleika: at sjúkan diabetes gongur fram við risastigum.
Dagurin 14. november varð valdur, tí hetta er føðingardagurin hjá Frederick Banting, sum saman við Charles Best í oktober 1921 uppdagaðu insilinið. Tástaðni var møguligt at staðfesta orsøkina til diabetes ella sukursjúku, sum annars hevur verið kend í øldir.
Eitt av fremstu londum í heiminum bæði at granska í diabetes og at framleiða insulin hevur síðan 1921 verið Danmark.
Hesin vaksandi trupulleikin, at tað vera alt fleiri fólk, og tey eru yngri og yngri, sum fáa sjúkuna diabetes, hevur verið vístur á nú í fleiri ár. Fleiri kanningar hava víst, at hesar framrokningar eru rættar. Soleiðis eisini nú ein kanning í Noregi, sum vísa " sjokktøl" at,
? 10 % av øllum monnum millum 40 og 60 ár hava diabetes, typu 2
? talið er nakað lægri fyri kvinnur í sama aldri.
Næsti spurningur er so, um tað ber til at fyribyrja hesa sjúku?
Ja, í stóran mun, vísa tvær stórar kanningar, ein í Finlandi og ein í USA.
Henda fyribyrging hongur nógv saman við rørslu og kosti.
So kanska hevði tað verið eitt hugskot,
? at skúlabørn fáa fleiri fimleikatímar
? læra meira um kost í skúlanum og
? allarbest um tey fingu heilsugóðan kost á skúlanum.










