Altjóða dagur sjúkrarøktarfrøðinga

Í samband við altjóða dagin skipar Felagið Føroyski sjúkrarøktarfrøðingar saman við áhugabólkinum FÁ2 fyri evnisdegi í Norðurlandahúsinum leygardagin 12. mai.

Evni á degnum verður ‘Lívsvirðir’. Fyrri parturin er fyri sjúkrarøktarfrøðingar, meðan seinni parturin, sum byrjar klokkan 13.45, er almennur.

Í almenna partinum verða fyrilestrahaldarnir Lisbeth Due Madsen, sjúkrarøktarfrøðingur úr Danmark við drúgvum royndum innan krabbameinsøki, og Fiourz Gaini, antropologur og nývaldur formaður í Amnesty Føroya deild. Fyrilesturin hjá Fiourz Gaini, sum verður klokkan 14, hevur heitið ‘Vón og Lívsvirðir’.