Kvinnuhúsið og Kvinnufelagið í Havn skipa fyri fundi á gongugøtuni í Havn mánadagin tann 25. november. Hetta kemst av, at hesin dagur er lýstur at verða altjóða dagur móti harðskapi ímóti kvinnum.
? Rætturin til eitt lív uttan harðskap er eitt krav frá kvinnum um allan heimin. Afturat at skaða og oyðileggja kvinnuna likamliga, er harðskapur ein forðing fyri, at kvinnur virkið taka lut í samfelagnum. Harðskapur rakar kvinnur um allan heim, í øllum sosialum løgum og uttan mun til útbúgving, skrivar Kvinnuhúsið í tíðindaskrivi.
ST hevur staðfest í eini yvirlýsing staðfest, at øll menniskju er frí og hava sama rætt. Tí skal miðast ímoti at forða harðskapi ímóti kvinnum ? bæði alment og privat. Øll sløg av kynsligum ágangi, misnýtslu og handli av kvinnum, kynsdiskriminering í umsiting av rættarskipan og ósemjum, har kvinnur av siðvenju ella átrúnarligum umstøðum eru í vanda.
? Harðskapur ímóti kvinnum er ein forðing fyri framburði og friði. Í virkisætlan frá Bejing í 1995, staðfestir ST, at harðskapur ímóti kvinnum forðar javnstøðu millum kynini, sigur Kvinnuhúsið víðari.
Seinastu árini hava fleiri lond tikið stig til at bøta um lóggávur í sambandi við harðskapsraktar kvinnur. Nýggj svensk lóggáva revsar tann, ið keypir kynsligar veitingar. Í Eysturríki sigur lógin, at um ein maður fremur harðskap ímóti kvinnu í teirra egna heimi, so er tað maðurin, ið skal flyta úr heiminum, meðan kona og møgulig børn verða búgvandi.
? Í Føroyum setti løgtingsmaður fram spurning í Løgtinginum um striptease er lóligt. Tað er tað ikki, men onkur skal melda málið áðrenn løgvaldið tekur stig til at forbjóða striptease. Skulu broytingar fara fram krevur tað eina hugburðsbroyting. Ikki minst hjá teimum, ið umboða samfelagið. Herundir dómarar og løgreglufólk, sum gjøgnum útbúgving eiga at broyta samfelagsliga áskoðan og fatan, sigur Kvinnuhúsið at enda í tíðindaskrivi.