Altjóða dagur móti deyðarevsing

Í dag er altjóða dagur móti deyaðrevsing. Amnesty International sigur, at hóast rákið er, at deyðarevsing verður bannað, so er enn nakað eftir áðrenn deyðarevsing verður avtikin í øllum heiminum. Sambært frágreiðingini hjá Amnesty International ?Death Sentences and Executions in 2008? vóru í minsta lagi 2390 fólk avrættaði og 8864 vóru dømd til deyða í 2008. Fimm lond standa fyri 93% av øllum ævrættingum. Tey londini eru Kina, Iran, Saudi Arabia, Pakistan og USA.

Amnesty International metir, at deyðarevsing er brot á rættin til lív, at deyðarevsing ikki virkar fyribyrgjandi og at deyðarevsing ikki hoyrir heima í eini framkomnari rættarskipan.

Í 2008 vóru í Afrika í minsta lagi 362 fólk vóru dømd til deyða. Fleiri hava ikki fingið rættvísa rættargongd.

Asia er tann heimsparturin har flestu avrættingarnar vóru framdar í 2008. Avrættingar vóru framdar í 11 londum í Asia. Hesi londini eru Afganistan, Bangladesh, Kina, Indonesia, Japan, Norður Korea, Malasya, Mongolia, Pakistan, Singapor og Vietnam.

Kina er tað landið, sum avrættaði flest fólk. Sambært frágreiðingini ?Death Sentences and Executions in 2008 ? vóru í minsta lagi 1718 fólk avrættaði í Kina, men veruliga talið kann vera hægri, tí í Kina eru deyðarevsingar loyniligar. Hetta svarar til 72 % av øllum avrættingum í 2008. Tað merkir, at tað í Kina tilsamans fóru fleiri deyðarevsingar fram í enn í restnina av heiminum tilsamans.

Kanningin vísir eisini, at í Afganistan, Iran, Irak, Nigeria, Saudi Arabia, Sudan og Yemen eru fólk dømd tildeyða eftir órættvísa rættargongd. Somuleiðis verður víst á, at í mun til samlaða talið av deyðadómum, verða fleiri fólk dømd til deyða, sum eru fátøk og hoyra til minnilutabólkar. Talan kann vera um rasu, etniskar ella religøsar minnilutar.

Í USA vóru fýra fangar, sum høvdu fingið deyðadóm leyslatnir tí talan var um ósek fólk. Hetta er dømi um, at tað framvegis er vandi fyri at ósek fólk verða dømd til deyða.