Í 2007 avgjørdi ST, at 2. apríl skal vera altjóða autismudagur, tí hetta er ein ein stórur alheims trupuleiki Við samtyktini um altjóða dagin fyri tilvitan um autismu heitti ST á sínar limatjóðir um at gera kunningartiltøk um autismu og bøta um møguleikarnir fyri skjótari diagnosu og hjálp.
Autismu dagurin er triði altjóða dagur fyri einari einstakari sjúku og ein viðurkenning av, at autisma er ein sera alvarsamur trupulleiki í heiminum í dag.
Visti tú, at:
Autisma rakar ein av 150 børnum, og ein av 94 dreingjum
Autisma is skjótast vaksandi menningartarn í heiminum
Tað eru fleiri børn, sum fáa staðfest autismu í ár enn tað er børn sum fáa diabetes, krabbamein og AIDS tilsamans
Dreingir eru í fýra ferðir so stóran vanda fyri at fáa autismu sum gentir
Einki medisin kann grøða autismu, men skjót diagnosa og hjálp bøtir um støðuna
Autisma rakar allastaðni og ger ikki mun á sosialum umstøðum, tjóðskapi ella rasu
Amerikanska sjónvarpsrásin CNN gjørdi nógv burtur úr altjóða autismu degnum. Innsløgini kunnu síggjast her:
www.autismspeaks.org/inthenews/cnn_waad.php