Høvuðsdómari í Statoil Kring Føroyar í ár, verður danin Hans Elmgren. Hjálparar hjá honum verða Jens Glerup og vinnarin av kappingini í fjør, Bogi Kristiansen. Eftir trupulleikarnir í fjør, vilja fyrireikararnir gera alt fyri, at somu trupulleikar ikki taka seg uppaftur í ár. Hetta verður fyrstu ferð, at høvuðsdómarin er útlendingur. Undanfarin ár hava hjálpardómararnir í ár, Bogi Kristiansen og Jens Glerup verið høvuðsdómarar.
Í fjør blivu nakrir av bestu súkklarunum í kappingini, harímillum føroyingurin Rógvi Johansen, ákærdir fyri at súkkla sum eitt lið. Endin gjørdist, at hesir súkklarar tóku seg úr kappingini, og hvørgin teirra hevur valt at luttaka í ár. Um liðsúkkling verður aftur verður at síggja í ár, er ilt at meta um frammanundan, men í ár hava fyrireikarnar fingið sær ein dómara við nógvum royndum.
Ætlanin var, at Hans Elmgren skuldi fyrireika EM í banasúkkling í Týsklandi, meðan Statoil Kring Føroyar er, men hann hevur heldur valt Statoil Kring Føroyar. Hann er sjálvur gamal súkklari, og er í løtuni blaðstjóri á blaðnum Cykleren. Tá Sosialurin spurdi fyrireikararnir um hvussu tað bar til, at hann hevðI valt koma hendanvegin, søgdu teir, at hann var sera áhugaður í at koma at kenna føroysku súkklingina betur, og at hann var ikki sørt forvitin av, hvussu føroyingar skipa fyri súkklukappingum.
Umframt, at verða høvuðsdómari, skal Hans Elmgren skal eisini halda nakrar fyrilestrar um súkkling, meðan hann vitjar í Føroyum.
Trý sløg av lógum
Statoil Kring Føroyar er samansett av trimum lógarsettum, altjóða I.C.U lógum, ferðslulógini og kappingarlógirnar hjá súkklusambandinum. Allar súkklukappingar skulu lúka altjóða lógunum, meðan ymiskt er hvussu ferðslulógirnar eru í teimum ymisku londunum.
Av tí vegirnir í Føroyum ikki eru teimum breiðastu, seta fyrireikarnar seg ikki fyri av trygdarorsøkum at hava fleiri enn 40 súkklarar við í kappingini. Umframt altjóða lógir og ferðslulógir, skal dómarin eisini fylgja kappingarlógunum hjá súkklusambandinum. Tað heldur óvanliga við kappingini Statoil Kring Føroyar er, at líkamikið aldur, kyn ella dygd, so súkkla øll ímóti øllum.









