Altjóða bridgekapping

Í kvøld verður stóra árliga Eastern Simultan parakappingin í
bridge leikt. Kappingin er skipað sum ein simultan kapping, tað merkir, at
fleiri túsund bridgespælarar kring allan heimin spæla somu spøl, áleið somu
tíð. Alt verður so gjørt upp sum eitt risastórt rað, har ein samlaður
vinnari verður funnin.
Í fjørð eydnaðist tað sera flott Boga Simonsen og Símini Lassaberg úr
Bridgedeild Kaggans at gerast nr. 6 í heiminum í hesari kapping.
Kappingin í Føroyum verður spæld kl 19:00 í Bridgehúsinum í Havn, har Rói á
Rógvu Joensen verður kappingarleiðari. Tilmelding á staðnum.