09.09.09 er skýrdur at vera altjóða B dagur. B´ið stendur fyri Beatles. Í dag verða re-mastraðar Beatlesplátur útgivnar, umframt at eitt Beatles telduspæl kemur á marknaðin.
Fólk í tónleikavinnuni eru á einum máli um, at hetta er í tøkum tíma, fyri at fáa Beatles tónleikin við inn í hesa øldina.
Seinastu ferð ljóðið á Beatlesplátunum var bøtt var í 1987. Og tað er jú hent ein rúgva innan tøknina síðani tá. Tí er tað av alstórum týdningi, at ljóðgóðskan á so stórum útgávum, sum Beatles hava latið úr hondum, fylgir við.
Men fyri tey, sum vilja hava tað ektaða, gamla ljóðið ber eisini til at fáa eina fløgu, sum er gjørd í mono, og sum gevur gamla upptøkuljóðið.
Nýggju fløgurnar eru í stórum papphylkjum, eins og LP pláturnar vóru á sinni. Umframt tónleikin er eisini hópin av eyka tilfari, m.a. dvd-fløgur og bóklingar við í prísinum.
Harafturat kemur eitt nýtt telduspæl á marknaðin í dag, nevnt Beatles Rock Band. Hetta spælið verður helst brúgvin til unga ættarliðið, sum á henda hátt kann uppliva Beatles tónleikin.
Í spælinum skal man spæla tónleik, og til ber m.a. at vera Ringo Star. Tá skal tú spæla á eina lílta plastikk-trummu, sum fygir við.
Í samband við B-dagin eru hópin av Beatles-tiltøkum kring heimin í, m.a. byrjar ein Beatles-sangleikur á einum teatri í Keypmannahavn.