Altjóða avtalur skulu steðga dálking

? Matvørurnar mugu ikki verða oyðilagdar av dálking og manglandi matvørutrygd, segði Eyðun Elttør, landsstýrismaður, á ráðstevnu hjá norðurlendska Ráðharraráðnum fyrst í vikuni.

Skal dálkingin avmarkast og steðgast, so skal tað gerast gjøgnum altjóða avtalur um at steðga nýtsluni av umhvørviseitrandi evnum.

Hetta segði Eyðun Elttør, landsstýrismaður við umhvørvismálum, á ráðstevnu hjá norðurlendska Ráðharraráðnum fyrst í vikuni. Ráðstevnan var um matvørur.

Eyðun Elttør luttók á ráðstevnuni fyri Føroyar, og hann vísti serliga á, at føroyska fólkið í øldir hevur livað av tí, sum havið gav, og at broyttir kostvanar og tann umfatandi dálkingin ger, at føroyingar mugu vera meira varnir við, hvat teir eta.

? Men tað hevur týdning, at fólk sjálvi hava møguleika at veiða og gera matin til, segði landsstýrismaðurin.


Dálking í hvali

ein ávaring

Hann vísti á, at norðurlendska samstarvið er av stórum týdningi í arbeiðnum at gera altjóða avtalur, sum kunnu steðga útbreiðsluni av umhvørisskaðiligum evnum. Hesar altjóða avtalur eru loysnin á dálkingartrupulleikanum, og longu nú eru onkur úrslit at síggja av hesum arbeiði, segði Eyðun Elttør.

? Tað er umráðandi at síggja ta dálking, sum vit síggja í til dømis hvali sum eina ávaring um, hvat kann enda við øllum tí livandi tilfeingi, vit hava, um einki verður gjørt.

Eyðun Elttør segði eisini, at tað er um umráðandi at styrkja tað norðurlendska arbeiðið á hesum økinum. Hann vísti á, at ráðharrar og brúkarar hava eina felags ábyrgd av, at matvørurnar ikki verða oyðilagdar av dálking og manglandi matvørutrygd.h;is reytt)


Máltindurin


Signar Johannesen AB 11

Kristoffur Vidtfeldt B71 11

Oddbjørn Joensen AB 9

Pauli Hansen Skáli 9

Egill Steintórsson VB 9

Aksel Højgaard B68 8

Kaj Roest TB 8

Jákup Olsen B68 6

Kári í Láabø VB 6

Svend Poulsen AB 6

Regin Arge B36 5

Hallur Christiansen TB 5

Eyðun Svalbard TB 5