Altjóða avbjóðingar

Jan Hentze hevur fingið fleiri altjóða avbjóðingar komandi tíðina. Millum annað skal hann døma tveir dystir millum Holland og Spania

Í næsta mánaði skal altjóða flogbóltsdómarin, Jan Hentze, av landinum at døma altjóða flogbóltdyst, sum er ein av áttandapartsfinalunum í Challenge Cup-kappingini hjá kvinnum. Hesin dystur verður spældur í Finlandi millum finska LP Salo og schweiziska Kanti SchaffHausen.
Jan, sum gjøgnum árini hevur dømt væl yvir hálvthundrað altjóða flogbóltsdystir, skal hesa ferð verða annar dómari hjá norðmanninum Andreas Myredal, ið verður fyrstidómari.
Challenge Cup-kappingin hjá kvinnum er tann »lítla« steypakappingin hjá europeiska flogbóltssambandinum, CEV, og fevnir um lið, sum eru eitt sindur lægri enn tey, ið spæla í Challenge League- og CEV Cup-kappingunum.

Tveir landsdystir
Hesin kvinnudysturin, sum Jan Hentze skal døma í Finlandi, verður hansara fyrsti í longri tíð, men ábendingar eru um, at fleiri spennandi avbjóðingar verða næstu tíðina. Í øllum førum hevur hann fingið at vitað, at hann í juli mánaði er settur at døma tveir landsdystir millum Holland og Spania.
Hetta eru tveir dystir í European League 2011 fyri landslið, og báðir dystirnir verða spældir í Hollandi, har Jan skal døma saman við einum polskum dómara, Tomasz Janik. Fyrra dystin verður Jan fyrsti dómari og tann seinna annar dómari.
Holland og Spania teljast millum tær frægu flogbóltstjóðirnar í Europa, tí tá EM var í 2009, gjørdist Holland nummar sjey og Spania nummar níggju. Hinvegin var Holland ikki við í HM-kappingini í fjør, men har gjørdist Spania so nummar 12.