Altjóða av­bjóð­ingarnar kosta

Dystirnir síðsta vikuskifti vóru staðfesting av, at tað væl sæst aftur í heimligu kappingini, tá ið landsliðini eru upptikin av stórum avbjóðingum og ferðum uttanlands

Fýra javnleikir og tepur NSÍ sigur á heimavølli ímóti 07Vestur. Tað var fasittið síðsta vikuskifti, tá ið trettanda umfar í EFFO deildini var á skránni. Spælarar og venjarar og eygnavitni staðfestu, at talan var um rættuliga linligt umfar. Tað sást eis­ini á málskjótingini. Ikki síðani síðsta umfarið í 2008 er tað komið fyri áður, at endastøðan í trim­um dystum var tann sama, sum hon var, tá ið dómarin bríkslaði fyri fyrstu ferð, og hetta var fyrsta ferðin síðani 27. um­far í 2008, at bara fimm mál vórðu skorað í einum umfari.
Tað hevur ofta verið tikið til, at altjóða uppgáv­ur­nar kosta í heimligu kappingini. Bæði tá ið feløgini taka lut í euro­peisku kappingunum, og tá ið landsliðið spælir. Ser­liga nógv kennist tað aftur, tá ið talan er um altjóða avbjóðingar uttan­fyri landoddarnar.
Tí var tað ikki so óvænt­að, at tað í umfar­inum, sum var á skránni síðsta vikuskifti, gekk so­leiðis, sum tað nú eina ferð gjørdi. Í fleiri feløgum vóru venjingarnar tær báðar vikurnar upp undir vikuskiftið eyð­kend­ar av, at fleiri av bestu spælarunum vóru burtur í fót­bóltsørindum á U-21 lands­liðnum ella A-landsliðnum, og í viku­skift­unum vóru dystir­nir eyðkendir av, at lykla­spælararnir ikki høvdu yvirskotið, sum teir plaga at vísa, tá ið dystirnir skulu avgerast.
Nú er nýtt umfar á skránni. Sunnukvøldið verð­ur 14. umfar liðugt spælt. Tá verður kappingin meiri enn hálvrunnin, og tá fer tað ivaleyst at bera til at staðfesta, at spæl­arar­nir hesa ferð vístu størri yvirskot, enn teir gjørdu seinast, og at liðini hesa ferð stríddust meiri fyri at vinna, enn tey gjørdu seinast, tá ið tað í flestu førum fyrst og fremst ráddi um at binda fyri í verjupartinum.