Altjóða autismudagur í dag

2. apríl er dagurin, sum ST hevur sett av sum altjóða autismudagur. 

 

Autisma er ein menningar diagnosa, sum ávirkar, hvussu tey raktu uppliva heimin og hvussu tey samskifta við onnur. Fólk við autismu síggja, hoyra og uppliva heimin øðrvísi enn onnur. Autisma er ein diagnosa, sum verður sett fyri lívið, tí til ber ikki at "lekja" fólk fyri autismu.  

 

 

Tey við autismu hava ymiskar trupulleikar og diagnosan ávirkar fólk á ymiskan hátt. Summi við autismu hava innlæringstrupulleikar, onnur hava heilsu trupulleikar og summi hava tørv á stuðul á øðrum økjum. Øll við autismu læra og menna seg, og við rætta stuðli kunnu tey liva eitt fult og gott lív eins og øll onnur. 

 

 

Á hesari heimasíðu, sum vit hava nýtt sum keldu, kanst tú lesa alt um, hvussu fólk við autismu síggja heimin, hvussu tey fáa diagnosuna og so framvegis. 

 

 

Trýst her fyri at lesa meira.