Í dag, 1. desember, er altjóða AIDS-dagur. Í hesum sambandi verða skipað fyri tiltøkum ymsastaðni úti í heimi. Kjakið er veruliga kyknað aftur, og nógv finnast at politikkinum hjá Vatinkaninum um at ráða frá at nýta fyribyrging, men heldur halda seg fráhaldandi frá kynsligum sambandi áðrenn hjúnarlag.
Tað fer ein framhaldandi menning fram innan heilivág, og tann stóra vónin er at finna heilivág, sum kann basa HIV-sjúkuni. Í dag hava tey góðan heilivág, sum kann virka fyribyrgjandi móti AIDS. Politikken skrivar, at tað er týdningarmikið, at sjúkan verður staðfest skjótast gjørligt, so at sjúklingurin kann móttaka heilivág skjótast gjørligt, tí at tá virkar heilivágurin best.
Í Danmark verður eitt krusifiks stillað upp frammanfyri dómkirkjuni í Keypmannahavn í samband við AIDS-dagin. Á krossinum hongur ein genta, sum er við barn. Listarverkið er ein atfinning móti politikkinum hjá Vatikaninum og Bush um fyribyrging. Jens Galschiøt hevur gjørt krusifiksin.
- heinik