Ætlaninar hjá landsstýrinum um fullveldi, hava vakt stóran ans í Íslandi.
Eingin ivi er um, at tað at landsstýrið hevur lagt seg eftir at brúka íslendsku skipanina sum fyrimynd, hevur skapt ein serliga stóran áhuga í Íslandi.
Um vikuskiftið var formansskapurin í íslendska Altinginum á vitjan í Føroyum.
Tað er vanligt, at formansskapirnir vitja hvønn annan og í sambandi við vitjaninar verður ferðast kring landið, samstundis sum skipað verður fyri fundum.
Formansskapurin í Løgtinginum var í Íslandi í fjør og á tí ferðini bjóðaðu teir starvsfeløgum sínum at koma til Føroya á vitjan. Endamálið við eini slíkari ferð er, at kunna seg við viðurskiftini í landinum .
Hóast tað sjálvsagt er áhugavert fyri íslendingar at føroyingar nú brúka teirra skipan, sum fyrimynd, so siga teir, at teir ongar ætlanir hava at leggja seg út í málið, men at teir, sum verða mann fara at fylgja væl við gongdini.
Teir hava samstundis boða føroyingum frá, at teir altíð eru til reiðar at veita føroyingum hjálp, tá teimum tørvar hana. Og landsstýrið hevur longu heitt á íslendingar um hjálp.
Nú landsstýrið skal undir fyrireikingarnar til broytingar í ríkisviðurskiftunum við Danmark, hevur landsstýrið heitt á íslendsku stjórnina um serfrøðingahjálp.
Íslendska stjórnin lá ikki á boðunum og teir hava borið so í bandið, at ein professari við lærda háskúlan í Reykjavík fer at taka lut í fyrireikingararbeiðnum.
Vitjað í Klaksvík og í Kirkjubø
Meðan formansskapurin í Altinginum hevur verið og vitjað, hava teir eisini havt fundir við umboð fyri politisku flokkarnar. Evnið á hesum fundum var, umframt annað, sjálvandi eisini fullveldisætlaninar.
Mánadagin var formansskapurin og vitjaði í Klaksvík. Gestablídni í Klaksvík kennir ongan enda og borðreitt var bæði við mati og sangi í býráðshøllini.
Aftaná varð farið í Christianskirkjuna, har greitt var frá kirkjusøguni og síðani inn á gólvið hjá Føroya Bjór, har gestirnir eftir eina rundvísing fingu høvið til at leska sær av onkrum góðum frá bryggjarínum.
Afturat vitjanini í Klaksvík hevur formansskapurin í Altinginum eisini verið á vitjan í Kirkjubø, eins og flestu útlendskir gestir gera.
Eisini hevur verið vitjað ymsastaðni í Havn.
Eitt nú var vitjað á Tórshavnar Skipasmiðju, Listasavninum, Náttúrugripasavninum og á Fornminnissavninum.
Formansskapurin í Altinginum skuldi fara aftur til Íslands týsdagin, men av tí at veðurlíkindini vóru so stak vánalig, sluppu gestirnir ikki avstað.
Fyrrapartin í gjár fór ferðalagið til Vágarnar og seinast vit frættu frá teimum sótu tey á flogvøllinum og bíðaðu eftir at sleppa heimaftur.