Altingið samtykt veiðiavgjaldið

Íslendska Altingið samtykti í gjár endaliga uppskotið um at krevja veiðiavgjald fyri fiskiflotanum. 27 tinglimir atkvøddu fyri uppskotinum, 16 atkvøddu ímóti, tríggir atkvøddu ikki, og 17 vóru burturstaddir.

Eftir lógaruppskotinum skal flotin rinda knappliga 13 milliardir íslendskar krónur í veiðigjaldi næsta fiskiár. Gjaldið hækkar stigvíst, soleiðis at fiskiárið 2016-17 fer gjaldið at geva ríkiskassanum 20 milliardir krónur.

Íslendska reiðarafelagið er í øðini um gjaldið og vil hava stjórnina frá, og Sjálfstæðisflokkurin hevur sagt, at fær flokkurin valdið aftan á næsta val, verður skipanin broytt.