Altingið í Íslandi samtykti seinnapartin tann sonevnda Icesave-sáttmálan sum lóg. 44 altingslimir atkvøddu fyri sáttmálanum, og 16 atkvøddu ímóti. Tríggir tingmenn atkvøddu ikki.
Allir tinglimirnir hjá Samfylkingini atkvøddu fyri lógini, og allir tinglimirnir hjá Hreyfingini atkvøddu ímóti. Í hinum flokkunum atkvøddu summir fyri og aðrir ímóti.
Úr Altinginum fer lógin til Ólav Ragnar Grímsson, forseta, sum skal staðfesta hana, fyri at hon skal fáa gildi. Tað fer forsetin væntandi at gera, hóast 33.000 íslendingar hava biðið hann brúka sýtingarrætt sín ímóti lógini.
Í desember í fjør gjørdu íslendingar sáttmála við Bretland og Niðurlond um, hvussu íslendingar skulu endurrinda tað, sum tey bæði londini rindaðu 340.000 bretskum og niðurlendskum innskjótarum, tá íslendski netbankin Icesave fór av knóranum á heysti í 2008. Lógin, sum nú er samtykt, staðfestir hendan sáttmálan.