Altingið samtykt ES limaskap

íslendska Altingið hevur nú samtykt ES limaskap við 33 fyri og 28 ímóti íslendska altingið hevur nú samtykt at søkja um ES limaskap, eftir at kjakast hevur verið um málið í samfullar 5 dagar. Tað skrivar BBC.

Men hóast Altingið hevur samtykt limaskapin, so skal ES fyrst góðkenna umsóknina, og síðani skal tað leggjast út til fólkaatkvøðu, áðrenn limaskapurin verður veruleiki.

Tey, ið eru ímóti ES limaskapið óttast, at limaskapur fer at hava keðiliga ávirkan á íslendska fiskivinnuídnaðin.

Sum heild hevur íslendska fólkið verið ímóti ES limaskapið. Men síðani stóra fíggjarliga skrædlið tykist íslendska fólkið hava broytt hugsan um ES.

Íslendska umsóknin um limaskap verður formliga send ES 27. juli.

Arni Thor Sigurdsson, formaður fyri íslendslku nevdina, ið tekur sær av ES málum, hevur annars sagt við Reuters, at ísland ikki fer at vera klárt til ES limaskap fyrr enn 2013.

Av teimum 63 fólkunum í Altinginum atkvøddu 33 fyri og 28 ímóti uppskotinum um at søkja um ES limaskap.

Johanna Sigurdardóttir, forsætisráðharri, hevur eisini strongt á fyri at fáa evruna sum íslendskt gjaldoyra, og fleiri av ráðharrunum eru samdir við henni í hesum málinum.

-Íslendska krónan hevur altíð verið ógvliga viðkvom, men síðani fíggjarkreppuna hava vit havt størri trupulleikar enn nakrantíð. Evran hevði hjálpt okkum at stabilisera okkum aftur, segði Gylfi Magnusson, vinnumálaráðharri í Íslandi við BBC.