Altingið fer at atkvøða í dag

Seinnapartin fer íslendska Altingið at atkvøða um at taka upp samráðingar við ES um limaskap Seinnapartin í dag fæst at vita, hvussu verður við uppskotinum hjá íslendsku stjórnini um at taka upp samráðingar við ES um limaskap, tí tá fer Altingið at atkvøða um málið.

Fyrst skal Altingið atkvøða um eitt broytingaruppskot frá einum minniluta um tvær fólkaatkvøður - eina um at taka upp samráðingar og eina um samráðingarúrslitið. Síðani verður atkvøtt um uppskotið hjá stjórnini og meirilutanum í uttanríkisnevndini um at taka upp samráðingar nú og at hava fólkaatkvøðu um samráðingarúrslitið.

Altingið umrøddi uppskotini til á midnátt í gjárkvøldið. Tingfundurin verður tikin uppaftur í dag, og seinnapartin verður atkvøðugreiðslan.