Altið óheppið at økja ferðina

­ Tá vit tosa um ferðamarkið, so er í hugaheiminum hjá fólki í veruleikanum talan um tvey mørk - markið, ið lógin ásetur, og so tað psykologiska markið, sum liggur 30 km/t hægri, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd.

 

­ Tá vit tosa um ferðamarkið, so er í hugaheiminum hjá fólki í veruleikanum talan um tvey mørk - markið, ið lógin ásetur, og so tað psykologiska markið, sum liggur 30 km/t hægri, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd.

Hann kennir til trupulleikan hjá trailaraførarunum, sum ikki kunnu koyra meira enn 50 km/t millum bygda.

­ Eg skilji væl, at teir vilja koyra skjótari, og tað er sjálvandi gott, um vit sleppa undan yvirhálingum. Men hagtølini vísa kortini, at hægri markið er, hægri verður ferðin, sigur hann.

Jón Kragesteen vísir til kanningar, sum Landsverkfrøðingurin hevur gjørt. Í Kaldbakstunnlinum hava teir talt bilar og mált ferðina. Hetta vísir, at 32% av bilunum koyra millum 80-90 km/t, at 15% koyra millum 90-100 km/t, at 5% koyra millum 100-110 km/t og at 2% koyra millum 110 og 180 km/t. Við øðrum orðum koyra 55% av bilunum skjótari, enn loyvt er at koyra.

Landsverksfrøðingurin hevur eisini kannað hesi viðurskiftini á Hoydalsvegnum í Havn við brúnna um Hoydalsá. Har er støðan enn verri - har koyra um 70% av bilunum skjótari, enn loyvt er.

Jón Kragesteen er tí heldur afturhaldandi, tá vit spyrja hann, um hann kann mæla til at øll akfør skulu kunna koyra eins skjótt - 80 km/t - millum bygda.

­ Tendensurin er púra greiður - ferðin økist, um markið hækkar. Men eg veit væl - hóast eg ikki havi tøkniligu vitanina - at stóru bilarnir eru nógv tryggari nú, enn teir hava verið, og at steðgieginleikarnir tí eru nærum eins góðir, sum í persónbilum. Men framvegis er talan um sera tunga ferðslu, og er óhappið úti, so er skaðin tað størri.

Jón Kragesteen vísir eisini á, at eitt nú í Svøríki arbeiða teir við at lækka ferðina í bygdum øki niður í 30 km/t - júst fyri at minka um avleiðingarnar av ferðsluóhappum.

­ Tað er púra greitt, at minni ferðin er - smærri verða skaðarnir.


Hóast lógaruppskotið, ið nevndin, sum skuldi endurskoða ferðslulógina hevur gjørt, ikki er komið alment fram enn, so skilir Sosialurin, at í hesum uppskotið verður tilmælt, at lastbilar, trailarar og bussar skulu kunna koyra 70 km/t - 10 km/t minni, enn ferðslan annars.

Jón Kragesteen skilir væl, at trailaraførararnir irriterast av at koyra 50 km/t.

­ Vit mugu bara gera okkum greitt, at tað kostar, vilja vit koma skjótari fram. Vit tosa eisini so nógv um »framkomiligheit«, men vit mugu eisini geva okkum far um, at hetta kostar. Tí er tað ikki bara sum at siga tað at økja um ferðina - og samstundis nýta pengar upp á at fáa fólk at koyra spakuligari, sigur leiðarin á Ferðslutrygd, Jón Kragesteen.