Altíð nøkur sum eru misnøgd ella óð

Tá ið broytingar verða gjørdar, eru tað altíð nøkur sum eru fegin, summi eru ikki so fegin og nøkur eru kanska eitt sindur óð

- Vit loysa trupulleikarnar so hvørt teir vísa seg.

Tað sigur Jákup Sverri Kass stjóri í Vága Floghavn.

Vága Floghavn hevur fingið nýggja farstøð, men summastaðni eru atfinningarnar heglaðar niðuryvir hesa nýggju farstøðina.

 

Eitt, sum fólk hava funnist at, er, at tað eru ov fá sitipláss, tí mong mugu standa uppi og bíða eftir at sleppa avstað, tá ið flogfør eru seinkað.

 

Eitt annað, funnist hevur verið at, er, at hvørki spælipláss ella serlig matarskrá eru til børnini, og onkur hevur hildið, at tey rætt og slætt hava gloymt børnini.

 

Stjórin í Vága Floghavn heldur, at tá ið so stórar broytingar verða gjørdar á einum flogvølli, sum øll hava eina meining um, eru tað altíð summi, sum eru glað, onnur eru minni glað og summi eru kanska eitt sindur óð.

 

Hann sigur við Rás2, at tey hava roynt at nøkta tann tørvin, sum er. Men tey taka atfinningarnar til sín og kanna eftir, hvørjar ábøtur, tey kunnu gera, segði hann við Rás2 í gjár.

 

Jákup Sverri Kass vísir á, at farstøðin lat upp 17, juni og at tað greitt, at har eru snøklar eftir, sum ikki eru komnir í rættlag og tað er sjálvandi harmiligt.

- Alt er ikki liðugt enn, men hetta er eisini ein tilvenjingarspurningur, tí eisini fyri okkum, er hetta spildurnýtt.

 

Jákup Sverri Kass sigur, at eitt, tey hava gjørt, er at bíleggja fleiri borð og stólar, so at tað verða fleiri sitipláss

- Samstundis vera eini 150 parkeringspláss afturat ein av næstu døgunum.

Samstundis vísir Jákup Sverri Kass á, at tey eru í ferð við at ger spælipláss á farstøðini. Tað var við í verkætlanini, men tað er ikki liðugt enn.

- Og sjálvandi verða eisini serligar matarskráir til børnini, leggur hann afturat fyri Rás2.