Alti og teir vunnu í Malmø

Atli Danielsen spældi allan dystin í miðverjuni hjá Frem, sum vann venjingardyst ímóti svenskum liði leygardagin. Frem spældi ímóti IFK Malmø, ið spælir í næstbestu svensku deildini, og dysturin endaði við 2-1 sigri til danska 1. deildarliðið.
Atli Danielsen hevur gjørt sáttmála við Frem, og hann hevur spælt við í seinastu trimum venjingardystunum. Alti hevur bæði spælt í miðverjuni og á miðvøllinum, men leygardagin spældi hann allar 90 minuttirnar í miðverjuni.