Danska 1. Deildarliðið Frem spældi um vikuskiftið venjingardyst ímóti Herfølge, og hóast tað gekk rímiliga væl hjá Frem í hesum dystinum, so taptu teir 3-1. Í hálvleikinum var støðan 1-1, men í seinna hálvleiki skoraði Herfølge tvey mál. Atli Danielsen spældi á miðvøllinum hjá Frem frá byrjan, men eftir ein tíma var hann skiftur út.









