Alternativir dagar í Sjónleikarahúsinum

Stevnan hevur fingið heitið "Vítt til veggja," og her luttaka fólk, sum hava fingið sær útbúgvingar innan alternativar viðgerðarhættir. Sum heitið eisini vísir á, so er vítt til veggja. Flestu luttakarar á stevnuni eru føroyingar, sum hava valt at fylgja sínum dreymi og síni sannføring um, at tað ikki einans eru kemisk evni, ið kunnu lekja sjúkur.

Stigtakararnir vísa á, at størsta forðingin byrjar í egnum hugaheimi.

- Tankarnir kunnu avgera og hava stóra ávirkan á, hvussu vit menniskju hava tað, bæði kropsliga og sálarliga. Jalig menniskju hava tað altíð betri, enn tey, ið hugsa og eru neiliga sinnaði. Tað krevst ongin vísindalig kanning til at prógva tað, siga stigtakararnir.

Á stevnuni ber til at vitja básar hjá viðgerðarfólki, ið leggja stóran dent á at greiða fólki frá júst innan teirra øki. Nevnast kann m.a. reiki-healing, akupunktur, clairvoyansa, zonuterapi, healingsmassaga, hypnoterapi og psykoterapi .

Opið er frá kl. 11 til 18 í dag og frá kl. 14 til 18 í morgin.