Í mong ár vóru landsmyndugleikar sannførdir um, at ferðavinnan skuldi gerast eitt gott og álitandi alternativ til fiskivinnuna. Nógv varð gjørt frá almennari síðul nadi og kommunum, til tess at menna eina føroyska ferðavinnu. Hotel- og gistingarhúsvinnan hevur ikki staðið aftanfyri hitt almenna, og alt bendir á, at vit á hesum øki hava allar teir hentleikar, ið nútímans ferðafólk krevja og vænta, ta ið tey koma til fremmant land.
Ferðvinnumyndugleiki, eitt ferðaráð, varð sett á stovn og gjørdi hetta ráð eitt stórt og dygdargott arbeiðið ikki minst við Hera Niclasen, sála, sum leiðara. Eftirfylgjandi varð hesin stovnur lagdur saman við annan almennan stovn, Menningarstovuna, og síðan aftur til ein triðja stovn, Samvit. Men áðrenn Samvit so at siga hevði fingið umrátt seg, var hesin stovnur í óðum verkum lagdur saman við nýggja uttanríkisráðið, ið enn ikki hevur funnið síni egnu bein enn minni sín egna samleika.
Tað er møguligt, at alt hetta, sum frálíður, gagnar ferðavinnuni. Vit og mong við okkum ivast, og vit bíða framvegis eftir eini haldgóðari frágreiðing frá uttanríkisráðharranum um veruligu og sakligu orsøkirnar til hesa løgnu samanleggin. Avgerðin var politisk og so var ikki meira um tað – sum um ein politisk avgerð ikki krevur eina sakliga og fakliga grundgeving! Her ruggar ikki rætt og almenningurin hevur krav uppá eina haldgóða frágreiðing. Vónandi verður hetta tikið upp á tingi. Málið hevur stóran almennan áhuga, tí júst í hesum døgum kemur fram, at ferðavinnan er fyri stórum bakkasti. Meðan ferðavinnan hóast altjóða kreppu ikki tykist munandi nervað í okkara grannalondum, fáa vit færri og færri ferðafólk hendan vegin. Vinnan, ið skuldi gerast eitt alternativ, er í kreppu. Gistingarhús boða frá færri gistingum og flogferðslan frá færri bíløgdum ferðaseðlum.
Her sostatt nakað heilt galið við okkara ferðavinnupolitikki og avvarandi myndugleikar eiga at leggja høvur í blot til tess at finna út av, hvat ið vit hava gjørt skeivt og hvat, ið kann gerast til tess at venda hesi syndarligu gongd. Hetta verður ikki gjørt við illa umhugsaðum samanleggingum, her skal annað og meira til. Seinastu árini hevur nógv verið talað og skrivað um okkara kappingarsamleika, og verkætlan er hesum høpi skipað. Navnframir útlendskir serfrøðingar eru knýttir at verkætlanini, men úrslitið er hitt sama: tað eydnast okkum ikki í eins stóran og grannum okkara at fáa ferðafólk hendan vegin. Hetta er mikið spell, tí ferðavinna kundi verði eitt sera gott og sterkt alternativ. Útlendski serfrøðingurin Simon Alholt, sigur okkum, at Føroyar eru unikar, ein gimsteinur í ferðavinnuhøpi. Hetta hava vit altíð vitað, vit hava bara ikki væl dugað at nýta hetta til at menna økið til ein hornastein í búskapinum. Vónandi fer hetta nú at eydnast og vónandi kemur eitthvørt gott burturúr vitjan Anholts og tí verkætlan, sum hann er partur av. Vit hava her eitt eykabein, sum vit mugu royna at nýta.