Alternativar vinnur í Føroyum

Í fyrstu Ghetto Føroyar sendingini snúi kjakið seg um, hvørt vit eiga og megna at menna vinnur, sum kunnu avloysa ella stuðla undir fiskivinnuna og sostatt geva okkum eitt breiðari búskaparligt grundarlag. Kjakið bylgdist aftur og fram og nógvar meiningar komu á borðið

Marjun Persson, sum í løtuni skrivar spesialið í ferða­vinnu, helt, at ferða­vinnan longu er vorðin ein stór vinna, tí ískoytið til føroyska búskapin frá ferða­vinnuni er mett at liggja um 775 mió. árliga. Nú ferða­ráðið er endur­stovnað, metti Marjun, at ferða­vinnan kann menn­ast nógv meiri, tí vinnan hevur saknað ein yvir­skip­aðan, ráð­gev­andi stovn. Hon helt, at vit ikki eiga at satsa uppá charter­ferða­vinnu, men held­ur finna okkum eina nichu, t.d. ráðstevnu­ferða­fólk ella spa-túrar, sum eis­ini leggja meiri eftir seg enn vanligu ferðafólkini. Tað, at vit eru eitt lítið – og trygt – land, kann verða ein stórur fyrimunur.
Regin Dalsgaard, íverk­setari og formaður í Vinnu­frama, gleddist um, at før­oy­ingar eru vorðir eitt sind­ur meiri sølusinnaðir. Vit hava nógv fólk, sum gera og uppfinna eina rúgvu – eisini innan effektivisering av fiskivinnuni – og nú eru vit farin at hugsa, at um tað kann nýtast í Føroyum, kann tað eisini nýtast uttan­fyri Føroyar. Tað skal bara ein  successøga til, fyri at vit veruliga fara at trúgva uppá okkum sjálvi og tora at satsa. Hann stað­festi tó, at tað er tungt at kapp­ast við umheimin, og høgu ferða­seðlaprísirnir minka av­gjørt um kappingar­førið.
Jóannes Jacobsen segði, at føroyskt vinnuprát í alt ov stóran mun snýr seg um at skapa arbeiðspláss, held­ur enn at skapa fyri­tøkur, sum eru sterkar og kapp­­ingar­førar. Lata vit held­ur fyritøkurnar vaksa seg sterk­ar og skapa virðis­øking, so koma arbeiðs­pláss­ini av sær sjálvum. Landið skal ikki stýra vinn­uni, og al­mennu Før­oy­ar eiga ikki at »satsa uppá« nakra vinnu. Fólk, skulu gera tað, sum tey duga best, tí tey vita til eina og hvørja tíð betri enn til­vildar­ligu lands­stýris­fólkini. Ein keði­ligur tendensur, sam­bært Jóannesi, er, at tá føroyingar fáa góð vinnuhugskot, tykj­ast vit fyrst av øllum hugsa, hvussu vit kunnu fáa landið at stuðla okkum.