Á pallborðsfundinum í Hoydølum eru politikararnir veruliga komnir í andglettin, tí næmingarnir undirdíkja teir í spurningum Tað eru, sum vera man, serliga spurningar um studentaskúlabygging, útbúgving og mentan, sum næmingarnir í Hoydølum vilja hava svar uppá.
Men næmingarnar tráðspyrja eisini um alternativar vinnur. Tað tykist, sum ungdómurin ikki er nøgdur við fiskivinnuna, sum einasta bein at standa á, og vilja hava politikararnar at koma við alternativum og hvussu tey kunnu førast út í lívið.