Flestøll munnu síggja interkommunala elfelagið SEV sum ein afturlatnan stovn og sum ein stovn, ið ikki hevur sýnt hug og vilja til at skifta orð um orkupolitikkin í Føroyum. Vit minnast, hvussu stívrend leiðslan í SEV var, tá alt rokið var um, hvussu vatnorkan skuldi útbyggjast. SEV avvísti hvørja roynd at umrøða aðrar møguleikar, enn teir, sum leiðslan í fyritøkuni hevði læst seg fasta í. Hetta var mikið spell, tí aðrir og meira náttúruvinarligar møguleikar vóru í vatnorkuni, enn tær loysnir, ið SEV-leiðslan við síni rágeving hevði valt.
Hesin atburðurin hjá SEV-leiðsluni var eyðkendur fyri eina monopolfyritøku. Afturlatni, konservatisma, betrivitska og trótandi vilja til broytingar eru klassisk eyðkenni fyri monopolfyritøkur. Men SEV-leiðslan ber ikki einsamøll ábyrgdina fyri tí fyri føroysku náttúruna so harðrendu útbygging av vatnorkuni eitt nú í Eysturoy. Politikkarar úr øllum flokkum hjálptu væl til og úrslitið gjørdist hareftir.
Men nú tykist ein broyting at hómast í monopolstøðuni hjá hesi almáttugu kommunalu fyritøku. Hóast SEV hevur fingið einarætt til alla vatnorku í Føroyum, so hevur fyritøkan ikki einarætt til alternativar orkukeldur so sum vindmegi og streymmegi. Við vindmyllunum hjá s/pf Røkt í Vestmanna er monopolstøðan hjá SEV av álvara farin at rilla. Orkumálaráðharrin, Eyðun Eltør, segði nøkur sera áhugaverd orð á hátíðarhaldinum í sambandi við, at tær tríggjar vindmyllurnar uppí á Mýrunum vórðu settar í gongd. Hann segði, at nú má netið hjá SEV latast upp fyri grønum orkukeldum. Hetta kann bert merkja, at aðrir veitarar eins og Røkt eiga at sleppa at bjóða seg fram við alternativum loysnum og eiga hesir at sleppa inn á netið hjá SEV.
Nevnt varð í hesum sambandi, at netið hjá SEV hevði avmarkað rúmtak fyri streymi frá vindorku, og at pláss fór bert at verða fyri streymi frá vindmyllum, sum SEV fer at seta upp í Eysturoy. Hetta er ein spurningur um tøkni, og má kunna loysast. At SEV fer undir at seta 3 vindmyllur upp afturat er í sjálvum sær ein kollvelting og sera áhugavert. Tað vísir, at sjálvt í SEV blæsa broytingarvindar. Tað verður spennandi at síggja, hvat hetta kann føra til, sum frá líður.