So er alternativa viðgerðin nádd Føroyahúsinum í Keypmannahavn. 5. mai verður fyrilestur har við Dorte Gyldenkærne, holistiskur psykoterapeutur og akashahealer.
Evnið í fyrilestrinum er “Sjálvcoaching/sjálvsvenjing - tey 7 stigini at finna vegin til tín sjálvs”.
Dorthe Gyldkærne er fødd og uppvaksin í Suðurjútlandi. Hon hevur tikið læraraútbúgving á Den frie Lærerskole í Ollerup. Her møtti hon eisini manninum, Djóna Dalsgarð.
Eftir lokna útbúgving fluttu tey bæði til Føroya, har tey hava verið búsitandi seinastu 25 árini.
Dorthe hevur drúgvar royndir sum undirvísari á framhaldsdeildini. Seinni er hon vorðin útbúgvin sum NLP & Enneagramtrainer, life- og businesscoach, holistiskur psykoterapeutur og sum Akasha Healer hjá Makani Academy á Cypern.
Í 2007 stovnaði hon egna HR fyritøku, www.adastra.fo, saman við manninum Djóna, og tey hava síðani bjóðað út skeið til ymisk virkir. Afturat hesum hevur hon rikið sína egnu deild á Velbastað, har hon bjóðar út sessiónir.