Myndugleikarnir eiga at síggja útbygging av flogvøllinum og at fáa eina alternativa flogbreyt í Føroyum sum eina heild. At gera nýggja flogbreyt í Klovanum er skilagott. Hetta halda teir tríggir Jákup Sune Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági, Bogi Jacobsen, ráðgevandi verkfrøðingur og Jákup Lauritsen, flogskipari. Rás2 endursendir í dag Vinnurásina frá síðsta týsdegi. Hon verður at hoyra á rásini klokkan 14.