Tá eg hoyrdi tíðindini í Útvarpinum, at nú er skøtil settur á at fara undir slíka bygging í Klaksvík, má eg siga at støðan í løtuni stendur 1 ? 0 til Klaksvíkina og Jógvan við Keldu.
Tað verða ikki smávegis lovorð, sum uppstillaðu valevnini fara at koma við, nú val er í nánd, og fari eg enn einaferð at heita á ØLL tykkum at taka henda spurningin upp í valstríðnum.
Eitt er so hvat ein lovar skal gerast, men er tað sjálvandi mest umráðandi, at tað verður lagt til brots við eini miðvísari ætlan, hvussu hesin spurningurin verður loystur.
Tað mugu kunna finnast skilagóðar loysnir, sum bara skulu umsetast til verkætlanir.
Eg sjálvur eri ikki sørt argur um, at tað ikki var farið undir hetta í kreppuárunum, fyri at prísirnir kundu haldast niðri á einum støði, sum hevði gjørt slíka bygging kostnaðarliga á einum lægri støði, enn tað allarhelst kann gerast fyri í dag ? men tað nyttar sjálvandi ikki at hyggja í bakspegli.
Jógvan nevndi, at byggingin var stíla til fólk frá 55 ára aldri, sum eg haldi er sera skilagott, tí her er talan um eitt umhvørvi, har tann einstaki skal trívast og kann byggja sær eitt otium upp saman við javnaldrandi.
Eisini til tey ungu
Fyrr havi eg nevnt, at talan ikki er bert um tørvin hjá teimum eldru, men eisini at tey ungu hava møguleika fyri at koma í eina íbúð heldur enn at tey eru noydd at fara í dýr sethús, har prísurin í flestu førum fer upp um milliónina.
Tey ungu lesandi
Sum vitiligt er, eru nógvir av lestrarstovnunum her í høvuðsstaðnum, men eru bústaðar-møguleikarnir hjá teimum ungu langt frá tí, sum høvuðsstaðurin kann og eigur at liva við ? her má gerast nakað ítøkiligt beinanvegin.
Húsalánsgrunnurin
Nú um dagarnar varð nevnt, at ávíst stríð hevur tikið seg upp millum peningastovnarnar og Húsalánsgrunnin viðvíkjandi rentuni, sum eg sjálvandi ikki vil leggja meg útí, men vil bert senda enn eina áheitan til tykkum í grunninum um at fara undir tær ætlanir, sum tit hava lagt fram herfyri ? eitt er víst, at tørvurin á alternativari bygging er og verður stórur frameftir.
Gott val øll somul!
Fríðálvur Jensen