Alternativ bústaðarbygging á breddan

Mánamorgunin handaði ein arbeiðsbólkur landsstýrismonnunum í ávíkavist fíggjar-, og familju- og heilsumálum eitt álit um alternativa bústaðarbygging

Í heyst varð ein arbeiðsbólkur settur at greina viðurskiftini kring alternativa bústaðarbygging í Føroyum. Ein arbeiðsbólkur, mannaður við embætisfólkum, hevur síðani november mánaða í fjør arbeitt við álitinum, sum mánamorgunin varð handað landsstýrismonnunum Bill Justinussen og Karsten Hansen.
Ronnie Thomassen, fulltrúi í familju- og heilsumálaráðnum, er formaður í arbeiðsbólkinum, og mánamorgunin hevði hann framløgu um nøkur av úrslitunum arbeiðsbólkurin er komin til í álitinum.

Gingið væl

? Arbeiðið hevur gingið væl. Samstarvið millum bæði ráðini hevur riggað væl, og úrslitið er tað besta vit kunnu koma til uppá so stutta tíð, metir Ronnie Thomassen.
? Nakrir partar kundu verið betri útbygdir, men lagt var upp til, at arbeiðið gekk skjótt, so út frá givnu tíðini er úrslitið so gott, sum tað kann verða.
Tørvurin á alternativari bústaðarbygging er stórur. Størsta trýstið liggur á Havnini og Klaksvík, men ikki á Eysturoynni, sum ein skuldi trúð.
Ein Gallup kanning er eisini gjørd, og vísir hon týðiliga, at tað eru fólk millum 20 og 40 ár, sum siga seg hava tørv á betri bústaðarviðurskiftum. Tað verið seg, at tey fingu meira pláss.
Hinvegin, so vísir kanningin, at nærum 50% av fólkum yvir 60 ár halda, at bústaðurin tey nú búgva í er ov stórur.
? Vit mæla til, at tað verður lóggivið um alternativar bústaðarbygging. Mælt verður eisini til, at Húsalánsgrunnurin og Íbúðargrunnurin verða lagdir saman við lóg. Antin sum alment partafelag, vinnurekandi grunnur ella ein landsstovnur, sigur Ronnie Thomassen.
Nýggja og umskipaða Húsalánsgrunninum verður heimilað at veita lán til alternativa bústaðarbygging, serlig ískoytislán til fólk við láginntøkum og lán til bygging av bústøðum til fólk við serligum bústaðartørvi.
Tó skal grunnurin ikki veita meira enn 50% til fólk við serligum tørvi. Lánið skal roknast sum eitt ískoytislán til aðra almenna fígging til fólk við serligum bústaðartørvi.
? Tað almenna skal ikki inn við stuðli, men heldur við lagaligari lán veiting. Alternativ bústaðarbygging er til vanlig fólk, sum ikki noyðast at vera serliga rík fyri at fáa ein bústað tey eru nøgd við.
Í arbeiðsbólkinum sita: Ronnie Thomassen, fulltrúi, familju- og heilsumálaráðið, formaður, Jóanis Erik Køtlum, ráðgevi, familju- og heilsumálaráðið, Niels Juel Arge, fulltrúi, fíggjarmálaráðið, Mortan Simonsen, ráðgevi, fíggjarmálaráðið og Hallbjørg Hansen, deildarstjóri, Toll- og Skattstova Føroya.