Sámal í Gong
Valevni á lista H til býráðsvalið
Seinastu árini hava borgarar verið vitnir til, hvussu vitleyst skipast kann fyri bústaðabygging. Raðhús hava stungið seg upp ymsa staðni í býnum, og tórført er at fáa eyga á nakað skynsemi: Raðhús og dupulthús hvørt meiri skilaleyst enn annað - og til ein kostnað har familjan aldrin verður bótafør, men skal knógva undir spekulativum seljarum og byggiharrum, ið einans hava havt egnan vinning fyri eyga.
Formaðurin fyri Byggi- og Býarskipanarnevnd býráðsins tosaði fyri árum síðan um alternativa íbúðarbygging. Hvat er komið av skafti ? Einki- ikki tað allarminsta ? annað enn ovurhonds kostnaðarmikil og ófantalig dømi uppá rað- og dupulthús.
Velja tit meg til komandi býrað, verður lagt ítøkiligt uppskot fram, at byggiharrar, familjur og støk í felag ? sum ein byggiharri ella minni eigarafelag við 6-10 eigarum ella fleiri - kann fáa tilluta byggiøki í størri heildarbygging, og sjálvi standa fyri bygging-ini. Við sjálvi at planleggja og skipa eina verkætlan til t.d. raðhús ella tætta og lága bygging, og sjálvi bjóða arbeiði út í almenna ella innbodna lisitatión, er heilt nógv at vinna, ja fleiri hundrað túsund krónur undir enn verandi loysnum, býráðið hevur latið upp í hendurnar á einstøkum spekulantum.
Eitt 6-10 familju eigara-felag kann sjálvt standa sum byggiharri og kann tá fáa sett egið ynski til inn-rætting og skipan av bústaðnum og samstundis fáa trygd fyri kravdari byggidygd. Felags innkeyp av tilfari og innbúgvi ? 8 komfýrar, 8 kuldaskáp, 8 frystiboksir ? og annars alt neyð-ugt, ið hóskar til skilagott felags innkeyp ? verður avsláttur til eigarafelagið ? og ikki privata byggispekulantin.
Við stuðli til mín, til býráðsvalið, skal verða púra vist, at alternativ bú-staðabygging veruliga verður alternativ ? fyri familjuna og fíggingarstovnin.