Altavgerandi

Fróði Clemtsen ivaðist ikki í, at sigurin á GÍ var altavgerandi fyri møguleikarnar hjá B36 at vinna FM

 

Fótbóltur


Tað var ikki fyrsta ferðin, at Fróði Clementsen hevur skorað í fyrstu deildarhøpi, men nevyan hevur hann nakran tíð skotið eitt so týdningarmikið mál, sum tað hann skoraði beint undan steðginum ímóti GÍ.

- Eg skoraði eisini ti l2-1 á Tofum, tá tíðin var um at vera farin, og tað var sjálvandi týdningarmikið. At skora í einum slíkum dysti er tó eitt sindur øðrvísi. Ikki minst tá tað hendir beint undir B36-skýlinum. Tað var bara heilt fantastiskt, segði Fróði, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin.


Altavgerandi

Spurdur, hvussu stóran týdning teir mettu hendan sigurin at hava, sigur Fróði, at hann hevði alt at siga.

- Undan dystinum vistu vit av, at vunnu vit ikki, so høvdu vit neyvan nakran møguleika at gera meistarar, so eg vil siga, at hann var altavgerndi.

- Nú eru vit so á odda. Tað kann eingin taka frá okkum, og tað ætla vit so eisini at vera restina av kappingini, segði Fróði Clementsen at enda