Verkið er ogn hjá Statens Museum for Kunst.
Stjórin fyri CATS (Centre for Art Technological Studies and Conservation) dr. Jørgen Wadum prof. em. umboðaði eigaran.
Tom Egelund stjóri í Nordisk Konservering, lat eftir sýnið á stuttari samkomu í kirkjukjallaranum eigara og kirkjuligu myndugleikunum drúgva frágreiðing frá arbeiðinum, ið fór fram í tíðarskeiðinum september 2012 til mai 2013.
Semja var um, at úrslitið var frálíkt og einastandandi, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni.











