Menn, sum sigla við Carlton, hava fingið tilboð um at gera avloysaratúr við øðrum skipum, men tað er lættari sagt enn gjørt, nú heilsubræv og sjóklæði eru umborð á Carlton Nú Carlton er til fiskiskap, meðan stríð er millum reiðaran, Hanus Hansen og Føroya Fiskimannafelag um býtisprosent, eru 5 dekkarar og kokkur í landi.
Dekkarar, sum vit hava tosað við, siga, at teir høvdu ikki væntað, at reiðarin fór at loysa skipið, meðan ósemja var um býtisprosent.
- Nei, tað høvdu vit ikki væntað, og lítið er at ivast í, at navigatørar og maskinmenn hava kent seg noyddar at loysa.
Sum skilst, hevur sera gott samanhald verið umborð á Carlton og teir, sum nú eru í landi, vóna, at alt verður, sum tað var frammanundan, tá ið viðurskiftini koma upp á pláss aftur.
- Stemningurin hevur verið góður, og vit hava verið sum ein familja.
Dekkararnir siga, at vinskapurin millum fólkið umborð hevur verið stórur. Nakrir av manningini vóru eisini við Sheanne, núverandi Carlton, tá ið Bjarti Mohr átti skipið.
- Býtisprosentið hevur øll árini verið 27. Á fyrsta túri eftir, at Hanus Hansen keypti skipið, vórðu vit eisini avroknaðir eftir hesum, men síðan fór prosentið niður á 23,24.
Dekkararnir halda seg hava gjørt sítt til fyri at fáa eina loysn.
- Longu fyri meira enn einum ári síðan søgdu vit, at vit kundu gingið við til eina minni lækking, um hetta galt alla manningina, men summir av yvirmonnunum hava ikki viljað gingið við til hetta.
Dekkararnir siga, at reiðarin fleiri ferðir hevur róð fram undir, at býtisprosentið er hægri, enn skipið kann bera.
- Vit hava ikki viljað gjørt nakra avtalu um lægri býtisprosent uttan um felagið, tí tað hava vit ikki heimild til.