Alt við tað gamla

Hóast trygdartiltøkini er herd um allan heimin at kalla eftir yvirgangsatsóknirnar í USA týsdagin, eru eingi boð komin til flogvøllin í Vágum um strangari eftirlit

 

Flogferðsla

Á flogvøllinum í Vágum eru somu trygdarkrøv sum vanligt galdandi, hóast at kalla allur heimurin hevur hert trygdareftirlitið á flogvallum og tílíkum støðum.

Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti, sigur, at tey hava eingi boð fingið um serlig tiltøk eftir yvirgangsatsóknirnar í USA týsdagin.

Finnbogi Niclasen var staddur í Danmark á fundi saman við umboðum fyri norðurlendsku loftferðslumyndugleikarnar, tá tíðindini um hendingarnar í USA komu seinnapartin týsdagin.

Hann sigur, at fundirnir, sum verða skuldu seinni, vórðu avlýstir, tí fólk noyddust aftur á arbeiðspláss síni. Eitt nú stjórin fyri Kastrup floghavnina var noyddur at fara beinanveg, tí har hendu broytingar í ferðsluni.

Men Finnbogi Niclasen ivast ikki í, at hesar ógvusligu hendingarnar í USA fara at hava ávirkan á flogferðsluna um allan heim langt fram í tíðina.

Eitt nú er eftirlitið við innanríkis flogferðsluni ikki tað sama, sum tá flogið verður uttanríkis.

Vanligt er, sigur Finnbogi Niclasen, at bara eini 10 prosent av flogferðunum á innanríkisrutum í Danmark verða løgd undir eftirlit, sum vit kenna frá uttanríkisrutunum.

?Tað fer heilt givið at verða hert í framtíðini, sigur hann.

Men tað fer ikki at ávirka ferðsluna í Vágum nakað sum helst, tí har er alt uttanríkisferðsla, og tí er 100 prosent trygdareftirlit við øllum fráferðum úr Vágum.

Men tað undrar ikki Finnboga Niclasen, at tað ber til at ræna fleiri innanríkisfogfør í USA. Hann sigur frá egnum royndum frá innanríkisflúgving í Statunum, at tað kann verða skjótt, at okkurt kiksar, tí alt skal ganga so skjótt fyri seg.

Eitt annað, sum hann vísir á er, at tann, sum avgreiðir ferðsluna, í grundini ikki hevur fyri neyðini at síggja tann, sum ferðast.

Til ber at keypa ferðaseðilin í eini automat, og tú checkar eisini inn í eini automat fyri at gera tað so skjótt og lagaligt sum gjørligt.

Júst hvørji tiltøk kanska fara at verða sett í verk í Vágum, um so skuldi verið, dugir Finnbogi Niclasen ikki at siga nakað um. Men hann vísir á, at eftir bumbuna yvir Lockerbie í 1988 vórðu trygdartiltøkini rættiliga herd. Eisini í Vágum.

Tá skuldi tann ferðandi á veg í flogfarið ávísa viðføri sítt á vøllinum, áðrenn tað varð lastað. Hendi so tað, at ein taska ella annað viðføri ikki varð eyðmerkt av eigaranum, varð tað beinanveg tikið frá og lagt í bumburúm.

Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti í Vágum, sigur, at hann ikki metir, at tað, at vøllurin liggur ein tíma úr Keflavík og ein tíma úr Skotlandi, fer at hava nakra ávirkan á, hvussu trygdartiltøkini fara at verða í framtíðini.