– Eg havi ongantíð verið fyri at broyta hjúnabandslógina soleiðis, at fólk av sama kyni kunnu giftast.
Tað sigur Annika Olsen í viðmerking til grein á in.fo í morgun, har sagt varð, at hon var tann einasta, sum hevur skift síðu í málinum um at loyva samkyndum at giftast borgarliga.
Tað var tá hon var limur í Framsókn í september at Sosialurin gjørdi eitt spurnarumfar í løgtinginum í sambandi við, at Sonja Jógvansdóttir boðaði frá, at hon fór at leggja málið fyri tingið. Framsókn hevur sum stevnu at loyva fólki av sama kyni at giftast.
– Tað passar ikki, at eg havi verið fyri at broyta hjúnabandslógina. Men eg havi allatíðina verið fyri at geva samkyndum somu borgarligu rættindi, som vit onnur hava. Men eg havi altíð verið ímóti, at tað skal gerast við at broyta hjúnabandslógina, sigur Annika Olsen.
Hon sigur, at tá hon gjørdist limur í Framsókn í september tosaðu hon og Poul Michelsen um hetta málið eisini, og tá gjørdi hon Poul Michelsen greitt, at hon var ikki fyri at broyta hjúnabandslógina, men hon var fyri, at geva samkyndum hesi rættindi í aðrari skipan, eitt nú við eini lóg um skrásett parlag.
– Eg havi eisini nøkur virði sjálv, og eg haldi, at kirkjan skal haldast uttanfyri. Eg haldi, at vit heldur skuldu farið undir at heimtikið persóns-, familju- og arvarætt, so vit kundu gjørt okkara egnu lóggávu á økinum uttan at blanda kirkjuna uppí, sigur Annika Olsen.
Hon heldur ikki, at tað er at diskriminera tey samkyndu, at tey fáa sína egnu skipan.
– Tey verða jú diskriminerað við hesi skipan, sum løgtingið nú hevur samtykt, sigur hon, og skipar til, at tey ikki sleppa at giftast í kirkjuni.
Annika Olsen leggur dent á, at hon hevur somu støðu, sum hevur havt alla tíðina, bæði fyri valið, meðan hon var í Framsókn og nú, eftir at hon aftur er partur av Fólkaflokkinum.
– Eg havi allatíðina havt ampa av, at tað er hjúnabandslógin, sum skal broytast. Tí eri eg ímóti, men eg vil fegin geva samkyndum rættindi, sum tey eitt nú kunnu fáa við eini skipan við skrásettum parlag, sigur Annika Olsen.