Alt verður skift út

Avtalan millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin hevur við sær, at borgarstjórin og varabogarstjórin í Havn verða skiftir út á nýggjárinum, og nýggj fólk skulu verða formenn í nevndunum hjá Tórshavnar býráði

Øll leiðslan í Tórshavnar býráði verður skift út á nýggjárinum. Borgarstjórin og varaborgarstjóri verða nýggir, og tað sama er við øllum formonnunum í nevndunum hjá býráðnum.
Tað er greitt, nú avtalan millum Javnarflokkin og Tjóðveldisflokkin tykist verða staðfest. Hesir báðir flokkar hava 7 av 13 býráðslimum, eftir at Heðin Mortensen skifti part ? úr Sambandsflokkinum og yvir í Javnaðarflokkin.
Og flokkarnir, sum fram um aðrar hevur myndað býráðspolitikkin í Havn seinastu fýra árini, verða setti fullkomiliga uttanfyri. Fólkaflokkurin, sum hevur havt borgarstjóran, skal manna minniluta saman við Sambandsflokkinun, sum er alt í einum er farin úr fýra býráðslimum og niður í tveir.

Útskiftingin
Meirilutin hevur sett navn á formenninar í teimum ymsu nevndunum, og tað hevur verið sær, at alt verður skift út á nýggjárinum.
Heðin Mortensen loysir Jan Christiansen av sum borgarstjóra, og Jógvan Arge verður nýggjur varaborgarstjóri fyri Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen skal eisini loysa Jan Christiansen av sum formaður í Fíggjarnevndini, har borgarstjórin altíð er formaður.
Í Byggi og býarskipanarnevndini eitur nýggi formaðurin Jógvan Arge (E), og hann kemur fyri Heðin Mortensen (C).
Nývalda Marin Katrina Frýdal (E) skal verða forkvinna í Teknisku nevnd, og har hevur Sjúrður Olsen (A) verið formaður seinastu árini.

Kvinnur á odda
Elin Lindenskov (C) loysir Tórfinn Smith (C) av sum forkvinna í Heilsu og Umhvørvisnevndini.
Hitt kvinnuliga javnaðarumboðið, Katrin Dahl Jakobsen, verður forkvinna í Sosialu nevnd, og har loysir hon eina aðra kvinnu, Beate L. Samuelsen (B), av.
Ein kvinna skal eisini leiða Mentanarnevndin, og falið er fallið á Hildur Eyðunsdóttir (E). Hon kemur fyri Heði Mortensen (C).
Í Havnanevndini verður tað fyrrverandi borgarstjórin, Leivur Hansen (E), sum skal loysa Bjarta Mohr (A) av sum formaður.
Samanlagt hevur Tjóðveldisflokkurin fýra formenn og Javnaðarflokkurin tríggjar formenn í nevndunum í Tórshavnar býráði.