Alt verður sjálvsagt tryggjað

So avgjørdur er landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, í grein við yvirskriftini Føroysk løgregla ? ein avbjóðing, har hann viðger spurningin um yvirtøku av løgregluni.

Lisbeth L. Petersen

løgtingslimur



Ongin kann siga annað, enn at landsstýrismaðurin er produktivur. So produktivur, at tað skal orka og tíð til at svara aftur ella seta spurningar til hansara avgjørdu meiningar. Tað er spell, tí har er ikki altíð samsvar millum útsagnir hansara; men nú hevur so ein politistur, sum hevur aðra meining, dittað sær at siga sína hugsan og at seta spurningar, og tað gevur so almenninginum nakað at hugsa um, tíbetur.

At tað er ein avbjóðing at fáa eina føroyska løgreglu, kunnu vit vera samd um, men hví skulu vit leita eftir nýggjum, stórum og kostnaðarmiklum avbjóðingum, tá vit ikki enn hava tey røttu argumentini fyri, at vit eru før fyri at reka eitt føroyskt vælferðarsamfelag, sum støðan er í løtuni?

Tað er bláoygt at trúgva, at tá vit avgera alt einsamøll, so verður alt betri. Tað sama er galdandi, tá landsstýrismaðurin fortelur okkum so avgjørdur, hvat danir hugsa og gera. Og tað er ikki bara bláoygt ella naivt, tað er beinleiðis misvísandi, fyri at brúka milt orð.

Vinnan skuldi fíggja

Føroyska vinnan skuldi vera trygdin og álitið í nýggja fullveldinum, tí hon skuldi mennast og harvið fíggja mistu inntøkumøguleikarnar, sum vit annars eiga í dag, umframt at okkara samfelag skuldi rekast so »rationelt og effektivt«, at alt fór at bera til. Neyðugt skuldi ikki verið at nevnt her, at tá var talan um at skera »skaðiligu« donsku heildarveitingina burtur, sum í løtuni er triðingurin av føroysku fíggjarlógini.

Tá talan er um vinnuna, so má ásannast, at hon er sárbar, og tað er eisini galdandi fyri okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuna. Fiskaríkidømi eiga vit ikki æruna av sjálvi, tað kemur og fer, og ávirkan á prísir á verðinsmarknaðinum hava vit heldur ikki. Í løtuni er okkara vinna illa fyri av høgum oljuprísum, sum vit heldur ikki hava ávirkan á, og soleiðis kundi verið hildið fram. Men sjálvandi kunnu vit, um vit bera okkum skilagott at, troyta teir møguleikar, sum vera latnir okkum, eru vit heppin, og tað hava vit verið seinastu tíðina á fleiri økjum.

Postulatini

Fyri at venda aftur til spurningin um yvirtøkur, avbjóðingar og fullveldi, ella hvat tey so fara at kalla tað í framtíðini, (loysing ella tjóðveldi eru ikki orð, sum eru in í løtuni) so hevur sami landsstýrismaður ferð eftir ferð sagt, at vit ikki skulu verða verri fyri, tá alt verður so føroyskt, sum hann vil hava tað.

Í sambandi við Hvítubók, segði hann t.d., at hon lýsir »worst case« ? hesum hava fleiri búskaparfrøðingar longu afturvíst fleiri ferðir.

Bíligari fyrisiting er eisini eitt av teim postulatum, sum landsstýrismaðurin hevur nevnt ? Har er so onki hent, sum kann prógva tað. Tvørturímóti!

Sum dømi nevnir hann m.a í blaðgrein við yvirskriftini Við reim og selum, at okkara fyrisiting byggir á danskar fyritreytir, sum upprunaliga eru ætlaðar einum donskum tørvi, og í einum fullveldi verður neyðugt við umskiping, samanlegging og tillaging av stovnum og arbeiðsgongdum til føroysk viðurskifti ? bæði hvat viðvíkur fortreytum og tørvi. Hetta eigur at kunna hava við sær, at umsitingin fer at kosta minni enn tað, sum tølini í frágreiðingini vísa. Og hann endar við at siga, at »har eru uttan iva stórir pengar at vinna«!

Enn er so onki hent, sum prógvar slíkt úttalilsi!

Hvítabók

Í fyrstnevndu greinini hjá landsstýrismanninum, sum viðger spurningin um løgregluna í framtíðini, vísir hann til ymiskt í Hvítubók, sum skal undirbyggja tað, hann sigur.

Men lesa vit fylgibind 2. til somu bók, so stendur t.d. á bls. 11 um Løgreglu og Ákæruvald, at føroyskt fullveldi er ført fyri at átaka sær ábyrgdina av lóggávu og fyrisiting á hesum øki. »Men fíggjarliga er talan um eitt rættiliga tungt øki« Her ber so til hjá teimum, sum eiga bøkurnar, at lesa sjálvi um mettu 63 mill. kr. o.a.

Á bls. 14 í sama fylgibindi verður INTERPOL og møguliga Schengensamstarvið nevnt (sera aktuelt í løtuni) undir heitinum Millumtjóða samstarv, og her verður sagt : »Hetta fer helst at krevja 3 ? 4 ársverk afturat í løgregluni«.

So, hvar fór nú argumentið fyri umsitingarligari sparing?

Í somu grein skrivar landsstýrismaðurin eisini, at »vinnumøguleikarnir, livistøðið og almenna tænastustøðið skulu ikki versna. Tað er orsøkin til, at vit fegnast um kanningarúrslitini í Hvítubók. Tey vísa púra greitt, at tað ber til at røkka aðalmálinum ? og væl tað «

Hesum eru, sum áður nevnt, búskaparfrøðingar ikki samdir við honum í.

Føroyska løgreglan

í framtíðini

Starvsviðurskifti og sáttmálar verða ikki verri, sigur Høgni Hoydal, og formaðurin í Føroya Politistafelag sigur seg hava fingið at vita, at útbúgvingin verður hin sama (donsk?) og møguleikarnir eins góðir við víðariútbúgving.

Júmen, hvussu kann landsstýrismaðurin tryggja teimum og okkum øllum, sum vilja hava eina vælvirkandi og góða løgreglu, slíkt ?

Er tað veruliga so, at fullveldissamgongan í Tinganesi stendur aftanfyri slíkar pástandir?