Alt verður nýtt í valstríðnum

Plakatirnar hava merkt býar- og bygdamyndir síðstu dagarnar. Tøknin er eisini hent, tá roynt verður at gera vart við síni sjónarmið

Plakatirnar hava merkt býar- og bygdamyndir síðstu dagarnar. Tøknin er eisini hent, tá roynt verður at gera vart við síni sjónarmið. T.d. hava teldur við power-point uppvarpingum verið at sæð meira enn einastaðni. Á myndini er tað sambandstingmaðurin Johan Dahl, ið hevur slíkt varpað upp á hvítu hús síni í Vági sjálvan valdagin, tá farið var at skýmað, og ikki kann sigast annað, enn at slíkt sæst í býarmyndini.